Høgt trýst og lang, góð málspørk frá Teiti Matras Gestssyni. Hetta hevur millum annað verið uppskriftin til, at føroyska liðið hevur kroyst Eysturríki í nøkrum støðum í fyrra hálvleiki á Tórsvølli.
Skjóti og lívligi kantarnir René Shaki Joensen og Ári Mohr Jónsson eru komnir til stórar møguleikar, og Jóan Símun Edmundsson hevur eisini havt eini tvær góðar.
Síðsti neyvleikin hevur tó mangla, umframt yvirlit og røttu renningar í nøkrum støðum. Í verjupartinum hevur føroyska liðið ikki altíð verið nóg avgjørt, og í 25. minutti var sterki og skjóti Kara sendur avstað. Hann rann frá Oddmari og spældi útfrá til Konrad Laimer úr RB Leipzig, og so var 1-0.
Beint fyri steðgin hevði Teitur eina stórbjarging, tá verjan snorksvav, men Føroyar burdu helst verið á odda í fyrru hálvu av 1. hálvleiki.
Fótbóltur
Aftanfyri eftir lívligan fyrra hálvleik
Føroyska liðið hevur heilt góðar málmøguleikar og vandamiklar støður, men hevur eisini gjørt fitt av mistøkum og Eysturríki hevur skorað einasta málið.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
2021-10-09 20:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald