
Leygardagin var stórur Kyndils-dagur á Hálsi. Menninir vunnu føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð síðani 2007, og kvinnurnar vunnu í triðju FM-finaluni móti H71.
Sí eisini: Kyndil svaraði væl aftur
Sigurin hjá verandi greipuvinnarunum merkir, at ein fjórða finala hjá kvinnum verður í kvøld. Har kann H71 aftur avgerða alt, meðan Kyndil vil útseta og fáa røðina omanaftur til Havnar.
Tær í grønum loystu væl 5-1 verjuna hjá H71 leygardagin við góðum og skjótum spæli, har nógvar bjóðaðu seg fram. Tað var annars ein trupulleiki hjá Kyndli í teimum báðum fyrstu finalunum. Verjan og Jovana Stranjanac komu eisini veruliga í gongd. H71 skal royna at finna aftur til sítt spæl og yvirvágina frá finalu eitt og tvey.
Bjarta Johansen og Jovana Stranjanac fegnast eftir 33-32 sigurin sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)
Kyndil vann FM í fjør, meðan H71 vann gullið í 2022 og 2023.
Um Kyndil vinnur aftur í kvøld, so verður ein fimta og heilt avgerandi finala á Hálsi leygarkvøldið klokkan 18. Annars verður steypahandan í Hoyvík eftir dystin
Finalan í kvøld byrjar klokkan 19. Til ber at fylgja við á forsíðuni á Portalinum og ovast á Roysni. Til ber at hyggja á live.hsf.fo
Fjórða FM-finalan hjá kvinnum
Mikudagin 7. mai
19.00: H71 (2) - Kyndil (1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald