Fótbóltur

Aftur fleiri spennandi dystir í kvøld

Millum annað møtast Atletico Madrid og Juventus í spanska høvuðsstaðnum, meðan PSG og Real Madrid bresta saman í franska høvuðsstaðnum.

Cristiano Ronaldo hevur so at siga til vana at skora móti Atletico Madrid. Í fjør sendi fyrrverandi Real-leikarin liðið hjá Diego Simione út úr Champions League (Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo hevur so at siga til vana at skora móti Atletico Madrid. Í fjør sendi fyrrverandi Real-leikarin liðið hjá Diego Simione út úr Champions League (Mynd: EPA)

2019-09-18 16:51 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Í gjárkvøldið varð skotið hol á ársins útgávu av bólkaspælinum Champions League, tá átta dystir vóru í bólkunum E til H. Í kvøld eru tað so liðini í bólkunum A til D, ið skulu royna seg, og aftur í kvøld eru tað fleiri stór lið, ið bresta saman.

Í spanska høvuðsstaðnum tekur Atletico Madrid ímóti italska stórfelagnum Juventus við Cristiano Ronaldo á odda. Hesi liðini møttust eisini í áttandapartsfinaluni síðsta kappingarár, har Atletico vann 2-0 fyrra dystin, sum var í Madrid. Í seinna dystinum bleiv alt tó vent á høvdið, tá ein Cristiano Ronaldo í hopla skeyt hattrick og sendi Juventus víðari til fjórðingsfinaluna.

Hjá Juventus eru fleiri spælarar skaddir. Millum annað eru teir uttan stýrimannin í verjuni, Giorgio Chiellini, ið er langtíðarskaddur. Umframt Chiellini sita eisini Douglas Costa og Mario Mandzukic uttanfyri við skaða. Atletico er uttan Alvaro Morata og Sime Vrsaljko, ið báðir eru skaddir.  

Í París møtast Paris Saint-Germain og Real Madrid. Í París hevur tað enn ikki eydnast at liva upp til stóru vónirnar í Chapions League, ið er tað stóra málið hjá felagnum.

Hetta er áttanda árið á rað, at PSG er við í Champions League, men liðið er aldrin komin longur enn til fjórðingsfinaluna. Real Madrid er harafturímóti kent fyri at altíð avrika sera væl í Champions League, men í fjør var tað eitt vónbrot, tá spanska høvuðstaðarfelagið mátti lúta fyri Ajax í áttandapartsfinaluni.

Bæði liðini eru uttan fleiri lyklaleikarar. PSG er uttan vandamiklu áleypararnir Edison Cavani og Kylian Mpabbe, ið dragast við skaðar, meðan stóra stjørnan úr Brasil Neymar, ið varð settir í samband við Real í summar, situr uttanfyri við leikbann. Hjá Real Madrid eru Luka Modric, Marcelo og Isco skaddir, meðan Sergio Ramos og Nahco hava leikbann.

Eisini í Manchester City eru teir svangir eftir steypinum við stóru oyrinum, ið teir aldrin hava vunnið áður. City spælir í kvøld á útivølli, har liðið hjá Guardiola skal reisa seg eftir vónbrotið móti Norwich í vikuskfitnum. City møtir Shaktar Donetsk í Ukraina.

Tottenham hevði eitt flott kappingarár í Champions League í fjør, men máttu tó lúta fyri Liverpool í finaluni. Tottenham vitjar í kvøld í Grikkalandi, har Olympiakos tekur ímóti.

Dystirnir í kvøld eru hesir (Teir ið ikki eru í klombrum byrja klokkan 20)

Bólkur A
(17.55) Club Brügge – Galatasaray
PSG – Real Madrid

Bólkur B
(17.55) Olympiakos – Tottenham
Bayern München – Reyða Stjørna

Bólkur C
Dinamo Zagreb – Atalanta
Shaktar Donetsk – Mancheste City

Bólkur D
Atletico Madrid – Juventus
Leverkusen – Lokomotiv Moskva

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder