Ein skuldi trúð, at tey í slovenska felagnum FC Koper høvdu lært av, hvat hendi hjá Hamrun Spartans fyri tveimum vikum síðani.
Maltesiska mótstøðuliðið hjá NSÍ í 1. umfari í Conference League valdi at koma til Føroya dagin fyri dystin; við leiguflogfari sum ikki hevur bestu fyritreytirnar at lenda í Føroyum, um umstøðurnar eru heldur avbjóðandi.
Sí eisini: Dysturin hjá NSÍ hongur í leysari luft - mótstøðuliðið vil útseta dystin
Hópurin hjá Hamrun Spartans endaði í Bergen dagin fyri men fekk lent einar átta tímar fyri dystarbyrjan í Klaksvík
Tað sær út til, at tað í besta fall verður tað áleið sama hjá FC Koper.
Teir hjá Koper skuldu koma fyrr í kvøld, men rímiliga nógvur mjørki var, og harvið bar ikki til hjá leiguflogfarinum at lenda.
Vit hava ikki fingið staðfest, um flogfarið kom heilt til Føroyar og fleyg uppiyvir eina løtu, og einki um tað framgongur á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.
Men bolt.fo staðfestir, at slovenar ikki komu til landið sum ætlað. Heldur eru teir í Svøríki, og stendur flogfarið hjá Thalair úr Malmö at lenda klokkan 11 hósdagin.
Annars lendu øll flogførini í dag sum ætlað í Vágum - fyriuttan eitt hjá Icelandair. Sí flogferðsluna her
Leiguflogfarið hjá FC Koper undan fráferð úr Slovenia fyrr í dag. Tað setti seg tó ikki í Føroyum sum ætlað (Mynd: FC Koper)
So er spurningurin, um tað eydnast í morgin, har veðrið í Vàgum stendur at vera áleið tað sama. Um tað ikki ber til at lenda tá seint fyrrapartin, er nýggj støða í mun til týðandi dystin, sum skal byrja klokkan 19.45 hóskvøldið.
------------------------
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper
Sí eisini: NSÍ spælir søguligan dystin móti slovensku silvurvinnarunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald