Í 1-0 ósigrinum hjá KÍ á Jóansøku fekk serbiski verjuleikarin Deni Pavlovic beinleiðis reytt kort fyri at stútað Ken Fagerberg, áleyparan hjá TB. Hendingin kostaði 25-ára gamla leikaranum seks dagar leikbann.
KÍ kærdi dómin, tí felagið metti ikki, at hetta var í tráð við fyridømi um líknandi hendingar. Norðlýsið skrivar, at Aganevndin hjá FSF hevur viðgjørt kæruna frá KÍ, og dómurin hjá Kappingarnevndini er staðfestir.
KÍ hevur møguleikan at kæra til yvirkærunevndina, og tað váttar Tummas Lervig, formaður í felagnum, fyri Norðlýsinum, at KÍ fer at gera. Mett verður, at dómurin er ov harður.
Leikbannið er bert galdandi fyri dystir í føroysku kappingini, so Deni Pavlovic hevur leikt allar fimm evropeisku dystirnar hjá KÍ í summar, og hann er eisini tøkur til seinna dystin ímóti Luzern, sum verður leiktur á Svangaskarði hósvkøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald