Fótbóltur

Åge Hareide kundi hugsa sær at gerast venjari hjá Noregi

Norski venjarin verður í mesta lagi venjari hjá danska fótbóltslandsliðinum eitt stórt ár afturat.

Åge Hareide

Åge Hareide

2019-06-13 11:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár gjørdist greitt, Åge Hareide ikki verður venjari hjá danska fótbóltslandsliðinum eftir EM komandi ár. Men sambært norskum miðlum situr norski venjarin í nýggjum heitum stóli komandi ár.

Norskir miðlar eru longu farnir at skriva, at Åge Hareide møguliga fer at taka sessin hjá svenska Lars Lagerbäck sum venjari hjá norska landsliðinum.

Sjálvur sigur Åge Hareide, at tað kann væl hugsast, at hann tekur yvir eftir EM 2020.

Norskir miðlar skriva eisini at Lars Lagerbäck ikki heldur fram sum landsliðsvenjari hjá Noregi eftir EM 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder