Í næstseinasta umfari í Superliguni fóru tey bæði liðini, sum hava stríðst um meistaraheitið, ein túr til Sjælland. FC Midtjylland spældi fyrst - í Farum.
Har snávaði FC Midtjylland, annan dystin á rað, og harvið var tað á einum silvurfati hjá AGF: Við sigri móti skinklandi Brøndby á Brøndby Stadion, har AGF í 2024 oyðiligi meistaramøguleikan hjá Brøndby, fór danska meistaraheitið til Aarhus fyri fyrstu ferð síðani 1986.
AGF tók av. Longu í 3. minutti var 1-0 (Henrik Dalsgaard) og eftir 25 minuttir (Kevin Yakob) 2-0.
Eitt rakt Brøndby-lið megnaði ikki at svara aftur, og harvið hevur meistaraveitsla verið í Aarhus í kvøld, meðan harmljóð er í Midtjyllandi: FCM kann tó framvegis vinna steypakappingina, sum er móti FCK Kr. Himmalferðardag klokkan 11.
AGF-spælarar fegnast saman við legenduni Stig Tøfting, sum nú er viðmerkjari hjá Viaplay (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
Jakob Poulsen hevur vunnið DM við FC Midtjylland - nú vann hann tað sum venjari hjá AGF (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
![]()
(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
![]()
Sum verða man: Veitslulag í skiftingarrúminum og eisini í Aarhus, har steypið verður lyft í næstu viku (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
Gullveitslan verður í næststørsta danska býnum næsta sunnukvøld, tá Viborg vitjar. Ein, sum fer at fáa gullheiðursmerki tá, er Andras Gango.
Ungarin kom til Føroya og ÍF í 2007, og eftir at hava eisini spælt við NSÍ, KÍ, 07 Vestur, aftur NSÍ og síðani Skála í fremstu føroysku deildini. Andras Gango var leingi málmansvenjari á U21-landsliðnum og síðani A-landsliðnum í nøkur ár.
Uttanfyri landoddarnir hevur hann starvast í Tromsø, Vejle og seinastu tvey árini í AGF, sum nú er á tindinum í Danmark.
Hetta er sættu ferð síðani stovnanina í 1980 at "Aarhus Gymnastikforening af 1880" vinnur danska meistaraheitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald