Í gjár vóru lutakastini til 1. umfar í Champions League og 1. umfar í Conference League. Fýra føroysk lið eru umboðaði, og tað háttaði seg soleiðis:
Champions League, 1. umfar:
KÍ - Ferencvarosi TC (Ungarn)
(11./12. juli við Djúpumýru - 18./19 juli í Ferencvaros)
Les eisini: KÍ kundi ikki fingið eitt verri lutakast
Conference League, 1. umfar:
Víkingur - Inter Club D'Escaldes (Andorra)
(13. juli í Andorra - 20. juli við Djúpumýru)
B36 - Paide Linnameeskond (Estland)
(12/13. juli á Ovara Vølli - 19/20. juli í Paide)
HB - Derry City (Írland - býurin er í Norðurírlandi, men liðið spælir í írsku deildini)
(12/13. juli á Tórsvølli - 19/20. juli í Derry)
Les eisini: Ymiskar lagnur hjá føroysku liðunum
Nógv bendir á, at KÍ verður sligið út úr Champions League. Ungarska stórfelagið er í øllum førum í topp-trý av teimum 30 liðunum, sum eru í 1. umfari í kappingini, og í fjør vann Ferencvaros sín bólk í Europa League. Føroyameistaranir skulu av álvara skelka Fótbóltsevropa fyri at koma víðari. Um tað eydnast, skal KÍ spæla ímóti vinnaranum av Häcken (Svøríki) - The New Saints (Wales)
Hóast tap í 1. umfari í Champions League, so fær man nýggjan evropeiskan møguleika. Soleiðis var hjá KÍ í fjør, har man fór "niður til 2. umfar í Conference League". Um tað hendir í juli, skal KÍ møta taparanum av Shamrock Rovers (Írland) og liðnum, ið vinnur undan-umfarið í Champions League. Hetta verður helst Buducnost úr Montenegro, sum HB hølvaði av í 2021, ella Breiðablik. Klæmint Andrasson Olsen spælir við íslendsku meistarunum.
HB kann enda í 2. umfari í Conference League - tað kann Klæmint Andrasson Olsen eisini, har hann og Breiðablik møguliga skulu til Klaksvíkar ein túr. Skotskt lið, sum Klæmint skoraði hattrik ímóti fyri NSÍ í 2018, skal møguliga vitja Víking og Djúpumýru fyrst í august (Mynd: Sverri Egholm - frá hálvfinaluni í steypakappingini í 2018)
Av føroysku liðunum, sum byrja í Conference League, fekk HB torførasta lutakastið í gjár. Derry City er í oddinum í Írlandi í løtuni. Havnarfelavið kann tó basa Derry, um man rakar rætt á døgunum, og síðani bíðar ein ikki heilt ógjørlig uppgáva móti KuPS úr Finnlandi.
Víkingur fekk dreymalutakast í gjár men meira eitt marrulutakst í dag. Steypavinnararnir kundu trekt Linfield/lið úr Gibratlar, men ístaðin kom Hibernian úr pottinum. Skotska felagið kemur inn í 2. umfari - í 2018 skoraðu teir samanlagt tólv ferðir í Europa League móti NSÍ.
B36 skal framvið estiskum felagi í fyrsta umfari. Talan verður helst um tætta uppgerð, og um tað aftur eydnast B36 at spæla seg víðari í Conference League, so bíðar spennandi uppgáva. Haverfordwest County er næstan heilt nýtt í evropeiskum høpi, og Shkëndija (MKD) er favorittur móti walisiskum liði. B36/Paide møtir vinnaranum- Lið úr Norðurmakedónia hava ikki staðið seg væl í Evropa seinastu árini - væl verri enn føroysk feløg samanlagt.
Conference League, 2. umfar:
HB Tórshavn (FRO)/Derry City (IRL) - KuPS (FIN)
B36 Tórshavn (FRO)/ Paide Linnameeskond (EST) - Shkëndija (MKD)/ Haverfordwest County (WAL)
Hibernian (SCO) - Víkingur (FRO)/Inter Club d'Escaldes (AND)
--------------------------------
KÍ Klaksvík (FRO)/Ferencváros (HUN) - Shamrock Rovers (IRL) - Vinnaran av undanumfarinum
Kelda: uefa.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald