Lutakastið til fyrsta umfari í Conference League hevur júst verið. Trý føroysk lið vóru í pottinum, og tey fingu spennandi uppgávur.
B36:
B36 kom í fjør tvær ferðir víðari í Conference League. Tað gjørdi mótstøðuliðið úr Estlandi eisini - í báðum førum eftir brotssparkskapping - og var Paide Linnameeskond helst eitt rímiligt lutakast.
Liðini úr Estlandi hava seinastu fimm árini staðið seg verri enn tey føroysku liðini í evropeiskum fótbólti, og í 2020 sló B36 Levadia Tallinn út eftir longda leiktíð, tá liðið vitjaði Tórsvølli.
Ein estiskur framherji var í 2018 við, tá B36 vann steypafinaluna á HB og kom víðari tvær ferðir í Evropa. Nú spælir hann fyri Paide Linnameeskond, ið liggur á 7. plássi í bestu estisku deildini. Talan er um Kaimar Saag.
Kaimar Saag í dysti fyri B36 í 2018 - í næsta mánaði skal hann spæla móti B36 (Mynd: Sverri Egholm)
HB:
Grannarnir vóru eisini styrkismettir og skulu til Írlands at spæla. Derry City liggur nummar tvey í bestu írsku deildini, ið er á hægri stigi enn tann føroyska. Tað hevur tó ikki gingist so væl í evropeiskari kapping. Í fjør eydnaðist tað ikki móti liðið úr Wales, ið HB annars sá út til at vera sterkari.
Tað hevur tað tó heldur ikki gjørt hjá HB, sum fyriuttan einaferð í 2021 ikki hevur spælt seg víðari í Evropa. Nú er tað við Jákup Martin Joensen við róðrið, og tað kann helst væntast, at talan verður um tættar uppgerðir.
Víkingur:
Í 2021 sló Inter Club D'Escaldes HB út í undanumfarinum í Champions League. Tað var ikki tí, at liðið úr Andorra var so sterkt. Liðið hevur spælt nakrar javnar dystir í Evropa seinastu árini, og nú er Víkingur á skránni.
Steypavinnararnir spældu seg víðari í Evropa í fjør - móti Europa FC av Gibraltar - men Víkingur er í nakað viknari útgávu í ár. Spurningurin er so, um teir megna at gera tað aftur, nú teir úr Eysturkommunu fingu á pappírinum veikasta styrkismetta liðið, sum man kundi fáa.
Sum nakað nýtt fer Víkingur at spæla á heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík í ár.
Víkingur vann í fjør 1-0 á Tórsvølli og 2-1 á Gibraltar í fyrsta umfari í Conference League, áðrenn liðið fór út (Mynd: Bjarni Enghamar)
Sí eisini: Champions League: KÍ kundi ikki fingið eitt verri lutakast
UEFA Europa Conference League, fyrsta umfar
B36 - Paide Linnameeskond (Estland)
HB - Derry City (Írland)
Víkingur - Inter Club D'Escaldes (Andorra)
Dystirnir verða í útgangspunktinum spældir 13. juli og 20. juli.
Tað verður tó helst ikki so í høvuðsstaðnum, tí B36 og HB standa bæði at heimavøll fyrst. Helst skulu tveir dagar vera millum dystirnar - uttan so at eina liðið fer yvir á Tórsvøll, ella at heima- og útidystir verða býttir út hjá eina liðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald