Fótbóltur

Champions League: KÍ kundi ikki fingið eitt verri lutakast

Ferencvaros hevur vunnið meistaraheitið í Ungarn fimm ár á rað og kom víðari úr bólkaspælinum í Europa League í fjør. Fyrri dysturin verður við Djúpumýru 11. ella 12. juli.

KÍ fekk tað torførasta lutakastið í Champions League í fjør, tá Bodø/Glimt - og í ár var tað um nakað uppaftur verri (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ fekk tað torførasta lutakastið í Champions League í fjør, tá Bodø/Glimt - og í ár var tað um nakað uppaftur verri (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-20 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verða ungarsku meistararnir, sum vitja í Klaksvík 11. ella 12. juli. Eftir at bólkarnir vórðu kunngjørdir í morgun, var greitt at Ferencvaros var tað truplasta møguliga mótstøðuliðið, og eins og í fjør fingu KÍ torførasta lutakastið møguligt í 1. umfari í Champions League.

Ungarska liðið er millum tey allarsterkastu liðini, sum eru í 1. umfari, og KÍ var óheppið at fáa Ferencvaros og til dømis ikki The New Saints úr Wales ella Zalgiris Vilnius úr Litava.

Ferencvaros TC hevur vunnið heili 34 ungarsk meistaraheiti. Í fjør spældi ungarska liðið seg víðari tvær ferðir í Champions League - vann á Slovan Bratislava í 2. umfari - áðrenn Qarabag sendi teir út.

Í Europa League vann Ferencvaros seg víðari móti Shamrock Rovers, ið Kí eisini kundi møta, og síðani sum nummar eitt í sínum bólki. Hini liðini í bólkinum vóru Trabzonspor, Monaco og Reyða Stjørna.

Í áttandapartsfinaluni varð Bayer Leverkusen ein ov stórur biti, men givið er at hetta verður ógvuliga tung mótsstøða hjá føroyameistarunum. 

Magne Hoseth og hansara menn hava nakrar vikur at fyrireika seg. Fyrri dysturin verður á heimavølli. Tapir KÍ samanlagt skal liðið spæla í 2. umfari í Conference League. Um eina løtu verður greitt, hvørjum B36, HB og Víkingur skulu spæla ímóti í 1. umfari í somu kapping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder