- Hann er tann besti spælarin í føroysku kappingini júst nú. Hann er ógvuliga væl fyi, og menningarmøguleikar eru góðir.
Soleiðis segði Peter Bredsdorff-Larsen við Portalin í heyst, eftir at A-landsliðsvenjarin hevði tikið Paula Rasmussen úr StÍF út til Golden League. Tá bert 18-ára gamli strandingurin fekk eisini sínar fyrstu A-landsliðsminuttir móti Niðurlondum í EM-fyrireikingarkappingini.
Annars hevur sterki høgri bakkurin, sum eisini kann standa seg væl á høgra vongi, seinastu kappingarárini gjørt vart við seg í fremstu føroysku mansdeildini og á U-landsliðnum.
![]()
Pauli Rasmussen til U19 HM í summar, har høgri bakkurin úr StÍF stóð seg væl (Mynd: IHF/Kolektiff)
Tað hevur Jákup Egholm sanniliga eisini. Tryggi vinstri vongurin hevur verið við at vunnið FM og steypakappingina við barndómsfelagnum og H71, og í 2023 var hann til U19 HM-endaspæl sum bert 15-ára gamal. Hetta var saman við teimum árgangunum, sum síðsta summar vunnu HM-bronsu.
Annars hava Jákup og Pauli verið á sama ungdómslandsliðið, og í summar er U20 EM á skránni.
![]()
Jákup Egholm er profilur hjá 06- og 07-árgangunum (Mynd: IHF/Kolektiff)
Sum skilst kann tað verða, at báðir tá hava framtíðina uppá pláss. Evnini eru týðiliga til meira enn føroysku deildina, og sum skilst hevur áhugi verið fyri teimum báðum 19-ára gomlu føroyingunum. frá fleiri feløgum uttanlands
Longu síðsta summar vóru góð donsk feløg úti eftir Jákupi Egholm. Portalurin og FM1 frætta, at soleiðis er eisini nú, og at Jákup og Pauli Rasmussen kunnu enda í sama felagi í Danmark.
![]()
Jákup Egholm gjørdi bart í steypafinaluni móti VIF í fjør. Spennandi vongurin skal aftur spæla steypafinalu í morgin - spurningurin er um tað verður tann seinasta slíka í Føroyum á hesum sinni (Mynd: Sverri Egholm)
Einki er komið uppá pláss enn, men Portalurin fylgir málinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald