Fótbóltur

Ákærurnar móti Cristiano Ronaldo um neyðtøku sleptar

Cristiano Ronaldo varð ákærdur fyri at hava neyðtikið ein kvinnu í Las Vegas í 2009.

2019-06-05 09:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ákærurnar móti Cristiano Ronaldo um neyðtøku eru sleptar. Tað veit amerikanski miðilin Bloomberg at siga.

Cristiano varð ákærdur fyri at hava neyðtikið Kathryn Mayorga í Las Vegas í juni 2009. Tey hittust á diskotekinum Rain, og neyðtøkan skuldi verið hend á hotellkamarinum hjá Cristiano.

Kathryn Mayorga sigur, at fótbóltsleikarin rindaði kvinnuni 2,6 milliónir krónur í 2009 fyri ikki at tosa við miðlarnar um hendingina. Men sakin kom fram aftur í fjør.

Nú hevur kvinnan slept ákæruni. Ikki er greitt um partarnir hava funnið til nakra semju sína millum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder