Áki Samuelsen er seldur til norska felagið Ranheim, sum spælir í næstbestu deildini.
Hesum boðar HB alment frá á heimasíðu sínari:
- Sum 15-ára gamal fór Áki til FC Midtjylland, har hann spældi á ungdómsliðum, til hann í 2020 vendi heim aftur til barndómsfelagið. Sama ár fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum, tá hann í 1-0 sigri á útivølli ímóti TB varð skiftur inn. Hetta árið fekk hann tilsamans fýra dystir á besta liðnum.
- Árið eftir fekk hann ein størri leiklut, og í 2022 beit hann seg fastan á liðið, tá hann spældi 26 av 27 dystum í Betri-deildini. Síðani er hann vorðin ein av okkara lyklaleikarum, og nú hann fer til Norra, er hann skrásettur fyri 119 dystir og 34 mál fyri besta liðið.
2024 var greitt besta kappingarári hjá Áka Samuelsen í vaksnamannafótbólti. Vandamikli vongurin skoraði 12 mál í Betrideildini, men ein skaði í øklinum legði meinbogar fyri Áka - og HB - í seinnu hálvu. Hann verður helst eisini saknaður í álopskenda partinum hjá HB í 2025.
Seinasti dystur hjá Áka Samuelsen fyri HB á hesum sinni varð steypafinalan, har teir reyð-svørtu sigraðu eftir brotsparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)
Sáttmála í trý ár - vil flyta upp í Eliteserien
Í Ranheim skriva tey, at man nú hevur styrkt liðið við unda føroyinginum.
- Eg eri ein vongur, sum dámi væl at bjóða av, við einum góðum skoti og nógvari ferð.
Soleiðis sigur Áki Samuelsen við heimasíðu felagsins um seg sjálvan. Hansara ætlanir í Trondheim-økinum eru eisini høgar og greiðar:
- Eg vóni at hjálpa og gera mun við uppleggum og málum. Skulu fara eftir nógvum sigrum og at flyta upp í Eliteserien (bestu deildina, red.)
Ranheim endaði á 10. plássi í deildini við 16 liðum í fjør. Eftir nógv ár við fleiri føroyingum í deildini, sær Áki Samuelsen í løtuni út til at verða einasti føroyingur í OBOS-deildini í 2025.
20-ára gamli havnarmaðurin hevur skrivað undir sáttmála til og við 2027. Heimasíðn in.fo skrivar, at keypsprísurin fyri føroyska U21-landsliðsspælaran liggur umleið eina hálva millión.
HB seldi eisini Samuel Johansen Chukwudi fyrst í árinum. Miðverjin skal til Finnlands at spæla.
Keldur: hb.fo, ranheimfotball.no og faroesoccer.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald