Fótbóltur

Áki Samuelsen skeyt tvey mál móti FCK - Samuel Chukwudi við at tryggja SJK javnleik

Landsliðsspælararnir, sum eru uppvaksnir í HB, gjørdu bart í ávikavist málríkum venjingardysti í Keypmannahavn og týðandi landskappingardysti í Finnlandi.

Áki Samuelsen skoraði tvær ferðir móti skandinaviska stórfelagnum. Tað endaði tó við 5-3 sigri til FCK í nógva hitanum á Frederiksberg (Mynd: Tórir Photo)

Áki Samuelsen skoraði tvær ferðir móti skandinaviska stórfelagnum. Tað endaði tó við 5-3 sigri til FCK í nógva hitanum á Frederiksberg (Mynd: Tórir Photo)

2026-06-27 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltur aðrastaðni liggur ikki bara stillur, meðan HB-endaspælið er.

Millum annað koyrir fremsta finska deildin, har Samuel Johansen Chukwudi spælir á øðrum ári við SJK Seinajoki.

Tað hevur ikki gingist væl hjá liðnum, sum er triðaftast (nummar tíggju) eftir 13 umfør, og eftir 80 minuttir á móti Ilves í dag var 0-2. Heimaliðið hevði skorað við tveimum brotsspørkum tíðliga í 2. hálvleiki.

Men so sló Samuel Johansen Chukwudi til eftir deyðbólt, og í 88. minutti javnaði Kasper Paananen. Harvið 2-2 og týðandi stig í stríðnum at sleppa vekk frá niðurflytingarstrikuni. Hetta var fyrsta málið hjá føroyska landsliðsmiðverjanum í 2026

Spurningurin er, um Samuel Chukwudi verður við í hesum stríðnum. 23-ára gamli havnarmaðurin var profilur hjá SJK frá byrjan í fjør, og sum vit skrivaðu fyri viku síðani, er áhugi fyri Samuel úr millum annað Eysturríki. Sum skilst er tað framvegis ikki ósannlíkt, at føroyski landsliðsspælarin skiftir til hægri stig í summar.

Les eisini: Áhugi fyri Samuel Chukwudi úr størri deild

[object Object]
Samuel Chukwudi - her í HB - fegnast. Hann hevur spælt í SJK í eitt og eitt hálvt ár, eftir at HB seldi hann. Spenningur er um framtíð hansara, nú hálvt er eftir av sáttmálanum, og feløg liggja framvið (Mynd: Sverri Egholm)

Ein landsliðsliðfelagið og fyrrverandi HB-liðfelagi hjá Samuel Chukwudi gjørdi eisini bart í dag: Í nógva hitanum í Keypmannhavn í dag prógvaði Áki Samuelsen, at hann er glóðheitur.

Føroyski vongurin skoraði flott mál í venjingardysti móti Halmstad í vikuni, og tá vitjað var á "vølli nummar 10" hjá FCK, sló 22-ára gamli føroyski vongurin aftur til - tvær ferðir.

Mjällby AIF legï út sum eitt óløgi móti danska stórfelagnum, og eftir tíggju minuttir var 0-2. Áki Samuelsen skoraði tað seinna av hesum málunum.

Síðani gjørdi Youssoufa Moukoko hattrikk fyri FCK, áðrenn føroyingurin aftur var á blettinum á Frederiksberg: Áki Samuelsen til 3-3 fyri svensku meistararnar móti FCK.

Tað endaði tó við heimasigri, 5-3, í venjingardysti. Hetta var fyrsti venjingardysturi hjá FCK undan 2026-2027 kappingarárinum. Í Svøríki spæla teir, eins og í Føroyum, eftir kalendaraárinum, og byrjað verður eftir summarsteðgin fríggjakvøldið  3. juli. Tá skulu Áki og Mjällby spæla móti Sirius: Meistararnir móti núverandi oddaliðnum í bestu svensku deildini.

[object Object]
FCK hevði torført við at hava tamarhald á Áka Samuelsen, sum spældi sínar fyrstu A-landsdystir fyrr í mánaðinum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder