Í fjør spældi hann í 19 dystum í Betrideildini og skoraði tvey mál - bæði móti B36. Tó var minuttalið ikki so høgt - 678 - og áleyparin spældi ongan fullan dyst. Hann var partvíst darvaður av einum knæskaða, men tað batnaði ígjøgnum árið, og í seinasta dystinum hjá Skála í fjør, sum var fjórðingsfinala í kappingini um Løgmanssteypið móti NSÍ, spældi Aksel Bjartalíð Danielsen allar 90 minuttirnar.
21-ára gamli klaksvíkingurin fer helst at fáa ein stóran leiklut á Skála-liðnum komandi kappingarár. Hann hevur skorað 43 mál í 76 dystum í 1. deild - tey allarflestu við barndómsfelagnum KÍ.
Í 2021 skal Aksel royna at skjóta Skála upp í bestu deildina aftur. Hann hevur samanlagt spælt 42 dystir fyri felagið síðani summarið 2019. Í vikuni kunngjørdi Skála, at Aksel Danielsen heldur fram í felagnum. Harvið verður hann framhaldandi liðfelagið við millum annað beiggja sín Niels Paula Danielsen.
Greitt er eisini, at heilt royndir leikarar sum Pætur Dam Jacobsen og Jónhard Frederiksberg halda fram, eins og ungir og spennandi leikarar sum Poul Kallsberg og Andreas Egerberg Jacobsen.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald