Klokkan 17.00 bresta Føroyar og Kosovo saman á Tórsvølli í týdningarmiklum dysti í UEFA Nations League. Føroyska liðið skal reisa seg efitr 3-0 tapið fyri Aserbadjan hóskvøldið.
Les meira
Tað er ikki útselt til dystin; FSF boðar frá, at beint eftir middag vóru umleið 500 atgongumerki eftir.
Tórsvøllur hevur verið ein skansi seinastu árini, og venjarin hjá Kosovo segði eisini á tíðindafundinum í gjár, at Føroyar á útivølli er ein sera torfør uppgáva.
Les meira
Í Kosovo gjørdi áskoðarnir hjá heimaliðnum veruliga mun; í dag hevur føroyska liðið veruliga tørv á uppbakningi frá fjepparunum.
Fótbóltssambandið ger vart við, at tað er ikki møguleiki at keypa við dyrnar; til ber at keypa atgongumerki heilt fram til fyrsta bríksl á heimasíðuni hjá FSF.
Fótbóltur
Áleið 500 atgongumerki eftir
Tað er framvegis møguleiki at ogna sær pláss til Føroyar - Kosovo.
2018-10-14 13:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald