Fótbóltur

Aleksandar Jovevic tekur við á Toftum

Fróði Benjaminsen, ið var fyribils venjari seinastu tveir mánaðirnar av kappingarárinum, heldur ikki fram. "Alex" var hjálparvenjari hjá B68 í trý ár, síðan høvuðsvenjari í Fuglafirði og kemur frá einum ári uttanlands.

Aleksandar Jovevic - eisini róptur Alex - aftur í reyðum og svørtum (Mynd: Andri Gerðisá/B68)

Aleksandar Jovevic - eisini róptur Alex - aftur í reyðum og svørtum (Mynd: Andri Gerðisá/B68)

2025-10-30 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom til Føroya sum spælari hjá Skála í 2003 og spældi nærum 200 dystir í fremstu føroysku deildini.

Seinastu árini hevur serbin verið venjari - millum annað hjálparvenjari hjá B68 í 2018, 2020 og 2021. Í 2020 flutti liðið upp aftur eftir seks ár í 1. deild.

[object Object]Jovevic sum hjálparvenjari á Toftum í 2021 - sum uppflytari (Mynd: Sverri Egholm)

Nú skal fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Øssuri Hansen, sum síðani hevur verið høvuðsvenjari í Fuglafirði og eisini roynt at flutt upp har, stjórna besta liðnum á Svangaskarði.

Hetta hevur B68 kunngjørt fyrrapartin.

Eftir yvir trý ár í sessinum fór Jákup á Borg av Svangaskarði fyrst í september fyri at gerast ítróttarstjóri í B36. Fróði Benjaminsen tók við og fekk B68 upp á 6. plássið.

Tað var uppá tal, at toftamaðurin skuldi halda fram í starvinum í heimbygdini, men so varð ikki.

Aleksandar Jovevic var í eitt ár venjari í Bahrain. Hetta var eftir, at samstarvið vð ÍF endaði í 2024. Hetta var hjá Ali CSC, sum hann helt uppi í bestu deildini eftir uppflyting.

Eftir hesa serstøku upplivingina er 47-ára gamli "serbiski føroyingurin" aftur í venjarastarvi í Føroyum - og á Toftum.

- Eftir at hava verið í Barein, eri eg ótrúliga glaður at vera aftur í B68. Eg hevði nøkur góð ár her, tá vit fluttu upp í 2022, og eg bleiv sera góður við bæði felagið og fólkini her. Tá eg fór tá, føldi eg, at hetta ikki var tann seinasti kapittulin hjá mær í B68. Nú eri eg aftur – og eg eri bæði glaður og spentur upp á hesa avbjóðingina. Good to be back home, sigur venjarin við B68-síðuna.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder