Annað

Alex Johannesen og Jóannis Joensen føroyameistarar í leirdúgvuskjóting

Alex Johannesen úr Eysturskot og Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag gjørdust leygardagin føroyameistarar í ávikavist trap og skeet leirdúgvuskjóting – Unglingakappingina í trap vann Bartal Klettheyggj, og Jóhann Fløtt vann unglingakappingina í skeet.

Alex Johannesen, Johnhard Klettheyggj, og  Finn Ludvig gjørdust nummar ávikavíst eitt, tvey og trý í trap leygardagin (Mynd: Skjótisamband Føroya)

Alex Johannesen, Johnhard Klettheyggj, og Finn Ludvig gjørdust nummar ávikavíst eitt, tvey og trý í trap leygardagin (Mynd: Skjótisamband Føroya)

2021-08-22 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Alex Johannesen úr Eysturskot og Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag gjørdust leygardagin føroyameistarar í ávikavist trap og skeet leirdúgvuskjóting.

Trap kappingin bleiv avgreidd á nýggju breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík, og her vísti Alex frá byrjan styrki, og varð hann fremstur áðrenn finaluna. Men í finaluni fekk hann harða kapping frá Johnhard Klettheyggj, og tað varð ikki fyrr enn seinastu fimm dúgvurnar skuldu skjótast, at Alex fór framum. Á 3. plássi bleiv royndi trapíðkarin Finn Ludvig.

[object Object]

Unglingakappingina í trap vann Bartal Klettheyggj frammanfyri Hákun G. Heinesen. Báðir eru byrjaðir at íðka leirdúgvuskjótingin hetta seinasta árið, og er hetta fyrsta FMkapping teir luttaka í, skrivar Skjótisamband Føroya.

[object Object]

Skeet kappingin bleiv avgreidd á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála. Eftir innleiðandi umførini lá Jóannis á einum 5. plássi, men Jóannis er ein sterkur finaluíðkari, og finaluna megnaði hann at vinna tvær dúgvur frammanfyri nærmasta kappingarneytan, sum var Jóhann Fløtt. Nummar trý gjørdist Tórur Fløtt, sum hevur royndir á føroyska skeet landsliðinum.

[object Object]

Unglingakappingina í skeet vann Jóhann Fløtt greitt, nummar tvey gjørdist Leivur Joensen, og nummar trý bleiv Marjus Debes. Eins og í unglingakappingini í trap, er hetta fyrsta FM-kappingin, ið hesir báðir seinastu luttaka í.

[object Object]


Úrslit trap
1. Alex Johannesen
2. Johnhard Klettheyggj
3. Finn Ludvig
4. Jón Jacobsen
5. Jeppe Sommer Bruun
6. Esmar Joensen
7. Kári Joensen
8. Jónstein Johannesen
9. Oddmar Dam
10. Bartal Klettheyggj (U)
11. Høgni Guldbro Jósleivsson
12. Sigurd Rasmussen
13. Per S. Hansen
14. Djóni Lava Olsen
15. Hákun G Heinesen (U)

Úrslit skeet
1. Jóannis Joensen
2. Jóhann Fløtt (U)
3. Tórur Fløtt
4. Herleif Hammer
5. Jógvan Egholm
6. Gunnar Sjúrðarson Knudsen
7. Sjúrður Knudsen
8. Jógvan Højgaard
9. Leivur Joensen (U)
10. Ragnar við Streym
11. Marjus Debes (U)
12. Óla Christian Debes
13. Hávarður Fjallstein
14. Pól Jóhannus Smith Jensen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder