Alex Mellemgaard spældi bert tveir dystir í Betrideildini í fjør. Argjamaðurin valdi at steðga á hægsta stigi eftir kappingarenda í 2021 og eftir átta kappingarár í B36. Heitt var tó á tekniskst sterka vinstra bakkin, tá B36 fyrst í september hevði nógvar leikarar úti - Alex spældi eisini sjey dystir í 1. deild júst farna kappingarár.
Fýra av árunum í B36 var Jákup á Borg venjari hjá Alex, og tað er helst eingin ivi um, at B68-venjarin hevur gjørt sítt til fyri at fáa nú 30-ára gamli vinstri bakkin, við næstan 200 dystir í Betrideildini, at knýta seg til at spæla á hægsta støði í Føroyum aftur.
B68 kunngjørdi á ársveitslu sínari leygarkvøldið, at Alex er teirra í 2023. Talan kann gerast um eyðsýndan styrk hjá liðnum, sum stríddi seg upp á eitt 6. pláss í oktober.
Alex Mellemgaard var í nógv ár stuðulsleikari hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Ein av teimum, ið var umráðandi í væleydnaðu bjargingarroyndini hjá B68, var málverjin Benjamin Schubert. 26-ára gamli danin kom til Toftir í september, tá B68 tørvaði ein málverjin.
Schubert var málverji nummar seks hjá B68 og vardi málið í seks dystum. Í hesum dystunum fekk liðið hjá Jákupi á Borg 10 stig - vann á B36, NSÍ og HB og spældi javnt móti EB/Streymi - og hetta svarar til ein triðing av stigunum hjá B68 í 2022.
Benjamin Schubert stóð seg væl síðstu umførini (Mynd: Sverri Egholm)
Benjamin Schubert lat átta mál inn í hesum seks dystunum. Um hugt verður eftir hinum 21 dystunum, so var miðalttalið hjá B68 í mun til mál ímóti pr. dyst tvey (2,0) Danin, ið kom frá Sønderjyske, gjørdi eisini vart við seg, við at vera sterkur í beininum - við bóltinum - og í samskiftinum við verjuna.
Benjamin varð leigaður, men nú hava hann og B68 gjørt eitt-ára sáttmála, ið B68 eisini kunngjørdi síðsta vikuskifti. Rói Mørk Hentze er so mikið darvaður av skaða í knænum, at hann helst ikki fær spælt nakað í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald