FSF hevur longt avtaluna við Bakkafrost um at alirisin næstu fýra árini eisini er høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum hjá monnum.
Tíðindaskrivið frá FSF er soljóðandi:
– Vit síggja eitt stórt virði í føroyska landsliðnum, og tí eru vit ógvuliga fegnir um hendan møguleikan. Úti í heimi hevur landsliðið verið eitt fyrimyndarligt umboð fyri Føroyar, og tað er eisini nakað, ið vit ynskja at fólk skulu kenna aftur, tá tey síggja okkara vørur í handlum kring allan heimin, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Á middegi fríggjadagin skrivaðu Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost undir nýggja stuðulsavtalu. Avtalan inniber, at alifyritøkan á Glyvrum heldur fram sum høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum við monnum í fýra ár afturat.
– Bakkafrost telist millum heimsins fremstu alifyritøkur, og tað, at vit bera teirra búmerki á frítíðar- og venjingarbúnunum ger, at vit eru noyddir til at seta okkum stór krøv og miða høgt. Og tað er júst tað, ið okkara landsliðsvenjarar og -spælarar gera undan hvørjum einasta dysti, sigur Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF.
Bakkafrost hevur verið høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum síðan 2012. Nýggja avtalan gongur út við árslok í 2024.
Um smáar tvær vikur skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá fyrstu dystirnir í HM-undankappingini eru á skránni. Í hesum sambandi verður tíðindafundur í FSF-húsinum komandi mánadag, har hópurin til dystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skottlandi kunngjørdar.
Tann 25. mars spæla Moldova og Føroyar á Stadionul Zimbru í Chisinau. Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 28. mars taka eysturríkarar ímóti á Ernst-Happel stadion í Wien, og tann 31. mars spæla Skottland og Føroyar á Hampden Park í Glasgow.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald