Liverpool setti í gjár met, tá teir rindaðu 56 milliónir pund fyri brasilska landsliðsmálverjan Alisson Becker. Prísurin fyri Alisson kann gerast heili 65 mió. pund, alt eftir hvussu væl Liverpool klárar seg næstu árini.
Við høga prísinum knústi Liverpool gamla metið. Gamla metið var frá í fjør, tá Manchester City rindaðu 34,7 mió. pund fyri eykamálverjan á brasilska landsliðinum, Ederson.
25 ára gamli Alisson hevur verið settur í samband við Liverpool seinastu mánaðirnar, men áhugin tóktist at minkað, tá Loris Karius stóð seg væl móti endanum av kappingarárinum. Men við vánaligum málmansspæli í Champions League finaluni, gjørdist aftur aktuelt at keypa Alisson.
Alisson, sum varð fyrsta val hjá Brasilia í HM í summar, skifti til Roma í 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald