placeholder
Fótbóltur

Allan er aftur í KÍ

Klaksvíkingurin hevur langa fótbóltsleið aftanfyri - seinastu árini sum ungdómsvenjari. Næsta ár skal Allan Mørkøre vera høvuðsungdómsvenjari hjá gentunum í KÍ.

Allan Mørkøre (t.h.) saman við akademistjóranum Jonas Nizze Nielsen (t.v.) - Eg byrjaði mína fótbóltsyrkisleið í KÍ, og felagið er, síðani eg fór, ment nógv. Eg gleði meg til at geva barndómsfelagnum nakað aftur (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

Allan Mørkøre (t.h.) saman við akademistjóranum Jonas Nizze Nielsen (t.v.) - Eg byrjaði mína fótbóltsyrkisleið í KÍ, og felagið er, síðani eg fór, ment nógv. Eg gleði meg til at geva barndómsfelagnum nakað aftur (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

2023-10-25 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru sera stolt av at kunngera, at vit hava styrkt um gentu síðuna í okkara akademii. Vit hava gjørt sáttmála við Allan Mørkøre, sum frá 1. januar verður høvuðsungdómsvenjari hjá gentunum í KÍ. Vit kenna øll Allan, hann hevur spælt 181 dystir fyri felagið og skorað 42 mál. Og so hevur hann eisini spælt 54 dystir fyri Føroyar.

Soleiðis skrivaði KÍ á heimasíðu sínari í gjárkvøldið. Felagið úr Klaksvík kunngjørdi nýggjasta venjaran á sonevnda Akademiinum, har uppraðfestingar nú verða gjørdar. 

51-ára gamli klaksvíkingurin er nú aftur, har vøggan stóð, og skal hann standa á odda fyri menningini av ungum spælarum, ið seinni skulu mynda sterka kvinnuliðið:

- Eg eri sera glaður fyri at koma til eitt felag sum KÍ. Eg byrjaði mína fótbóltsyrkisleið í KÍ, og felagið er, síðani eg fór, ment nógv. Eg gleði meg til at geva barndómsfelagnum nakað aftur. Mín stóri áhugi er gentu og kvinnufótbóltur, og her er KÍ bara best. Mín sterka síða er at menna ungar leikarar, og tað fari eg eisini at gera í KÍ. Eg gleði meg eisini sera nógv til at arbeiða saman við dugnaligum fólki, sum er í felagnum og rundan um Akademiið og at mennast sum venjari.”

[object Object]
Allan Mørkøre saman við akademistjóranum Jonas Nizze Nielsen (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

Soleiðis sigur Allan Mørkøre. eftir at hann hevur skrivað undir. Í sama viðfangi skrivar KÍ, at Allan Mørkøre hevur keypt barnaheimið úti á Bumshamri. Nú flytir hann til Klaksvíkar aftur eftir nógv ár í høvuðsstaðnum, har hann millum annað hevur verið ógvuliga virkin í ungdómsarbeiðnum á Argjum og í Hoyvík.  

Akademi-stjórin Jonas N. Nielsen, sum í 2024 fer undir sítt triðja ár í sessinum, sigur soleiðis:

- Vit hava leingi ætlað okkum at seta ein høvuðsungdómsvenjara til genturnar fyri at tryggja góðskuna á okkara venjingum og somuleiðis menningina av hvørjum einstøkum leikara, og her eri eg eftir fleiri samrøður við Allan seinasta hálva árið vísur í, at vit hava funnið tann besta. Eg gleði meg til samstarvið við Allan og alt tað, hann hevur at bjóða felagnum, so vit framhaldandi kunnu vera flaggskip í føroyskum kvinnufótbólti í nógv ár afturat.

Allan Mørkøre byrjar í starvi hjá KÍ 1. januar 2024. Sum høvuðsungdómsvenjari er uppgávan hjá Allani at menna gentu ungdómsliðini frá U11 til U16 enn meira. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder