Á sumri 2018 skifti Allan Norðberg Skálafjørðin út við Akureyri, tá hann fór úr barndómsfelagnum StÍF fyri at royna seg í KA, sum tá júst var flutt upp í íslendsku deildina.
Har hevur lámi strandingurin spælt síðani, og hevur hann verið liðfelagi við bæði Áka Egilsnes og Nicholas Satchwell í tíðarskeiðnum. KA er endað í niðaru hálvu av stigatalvuni øll árini í bestu deildini og var ikki við í endaspælinum í ár. Liðið endaði trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Nú skal Allan Norðberg spæla fyri felag, sum vanliga er í oddinum. Valur gjørdist íslendskur meistari í 2022, 2021 og 2020 og endaði eisini ovast í grundspælinum hetta kappingarárið. Tað var tí ein skelkur fyri Hondbólts-Ísland, tá Haukar, sum endaði nummar átta, vann á Vali í fjórðingsfinalunum. Haukar tapti finalurøðina fyri føroyingafelagnum ÍBV, har avgerandi dysturin var í gjár.
Les eisini: ÍBV er íslendskur meistari
Næsta kappingarár fer Allan at royna at verða við til at vinna íslendska meistaraheitið aftur til høvuðsstaðnum. Valur boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt tvey-ára sáttmala við føroyingum, sum fær góð skoðsmál fyri sína tíð í KA.
Felagið skrivar, at talan er um fjølbroyttan láman spælara, sum fyrst og fremst verður vongur. Allan Norðberg er nú 29-ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald