Hondbóltur

Allan og Valur spæla avgerandi evropeiskan dyst í kvøld

Søguliga stórfelagið Metaloplastika tekur ímóti í Serbia. Eitt mál skilur liðini undan seinnu áttandapartsfinaluni, sum byrjar klokkan 17.30.

29-ára gamli strandingurin er greiður yvir, at uppgávan í Serbia verður ógvuliga trupul. Landsliðsvongurin hevur tó góðar vónir fyri Val (Mynd: Sverri Egholm)

29-ára gamli strandingurin er greiður yvir, at uppgávan í Serbia verður ógvuliga trupul. Landsliðsvongurin hevur tó góðar vónir fyri Val (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-17 10:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri føroysk feløg hava hetta kappingarár luttikið í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin fyri lið.

VÍF kom víðari einaferð eftir sigrar í Luksemborg, men í seinasta umfari (í 1/16- finalunum) taptu vestmenningar við samanlagt trimum málum yvir tveir dystir í Vestmanna móti italska Brixen.

Í kvøld skal VÍF spæla steypafinalu móti Neistanum á Hálsi - SSV Brixen skal spæla fyrru áttandapartsfinaluna í European Cup móti grikska stórfelagnum Olympiacos. Feløgini avgreiða báðar sínar áttandpartsfinalur í Grikkalandi um vikuskifti. Í øllum hinum uppgerðunum eru seinnu áttandpartsfinalurnar á skránni í dag ella í morgin, og ein føroyingur skal royna seg.

Allan Norðberg skifti síðsta summar úr KA til Val, sum er eitt av størstu íslendsku feløgunum. Valur er í løtuni á 2. plássi í landskappingini og vann í síðstu viku 27-26 í fyrra dystinum móti RK Metaloplastika Sabac. Liðini skulu í kvøld spæla avgerandi dystin um fjórðingsfinalupláss í European Cup.

Í fyrru 1/8-finaluni skoraði Allan uppá bæði síni skot av høgra vongi. Portalurin fekk í gjár stutt orðið á 29-ára gamla føroyingin. Hann greiddi millum annað frá, at hópurin kom uppá pláss fríggjakvøldið, og at umstøðurnar í Sabac í útnyrðingspartinum av Serbia eru framúr. 

- Vit hava góðar vónir og eru á odda, men talan er sjálvandi um eitt gott mótsstøðulið. Teir hava profilar og millum annað tríggjar spælarar, sum vóru við til U21 HM í fjør. Vit mangla eisini vinstra bakkin hjá okkum, sum hevur ein skaða, og tað verður sjálvandi ikki bara bara í einari fullsettari høll í Serbia, sigur strandingurin.

[object Object]
Allan Norðberg saman við Ísak Vedelsbøl til EM-endaspælið í Berlin. Ísak og H71 spældu tíðliga í kappingarárinum í European Cup - Allan og Valur kunnu í kvøld tryggja sær pláss millum tey seinastu átta í kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

RK Metaloplastika er als ikki ókent í hondbóltsheiminum. Tað var millum bestu liðini í heiminum í 1980'unum, har Metaloplastika var nærum einaráðandi í sterku jugoslavisku deildini. Felagið vann eisini Champions League tvær ferðir á rað. Seinastu 35 árini hevur verið væl longri millum steypini

Fleiri hondbóltslegendur hava spælt við Metaloplastika, ið Allan Norðberg og Valur skulu royna at sláa út í kvøld. Javnleikur er nóg mikið hjá íslendska liðnum - dysturin í Serbia byrjar 17.30 føroyska tíð. Sum skilst kann hann ikki stroymast, men til ber at fylgja við á eurohandball.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder