Hondbóltur

Bæði fara eftir áttanda steypagullinum

Neistin og VÍF hittast í mansfinaluni í annaðkvøld. Bæði liðini hava vunnið steypakappingina hjá monnum sjey ferðir.

VÍF vann klassikaran á Kyndli, mest vinnandi steypaliðnum hjá monnum, í hálvfinalunum. Nú er Neistin á skránni hjá Jóannes Bjørgvin og liðfeløgunum (Mynd: Andrei Antal)

VÍF vann klassikaran á Kyndli, mest vinnandi steypaliðnum hjá monnum, í hálvfinalunum. Nú er Neistin á skránni hjá Jóannes Bjørgvin og liðfeløgunum (Mynd: Andrei Antal)

2024-02-16 19:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er helst eingin ivi um, at VÍF stendur við favorittleiklutinum til Faxe Kondi finaluna hjá monnum í annaðkvøld. Vestmenningar hava sterkan hóp og liggja væl fyri í Burn-deildini.

VÍF hevur eisini vunnið báðar landskappingardystirnar móti finalumótsstøðuliðnum Neistanum, sum tó ikki skal undirmetast. Í spenanndi og dramatisku hálvfinalunum koppaði Neistin KÍF, og heilt fá mál fóru inn hjá Aleksandar "Sasha" Lacok og verjuni.

Neistin hevur verið í nógvum finalum hesa øldina. Hetta er fjórðu ferð seinastu seks árini og sættu ferð seinastu tíggju árini, at teir í bláum spæla við um steypið. Neistamenn vunnu seinast steypagull í 2019, tá Rasmus Søby skoraði í seinasta sekundi í dramatisku grannafinaluni. 

Í 2015 var eisini bert eitt mál á muni, tá VÍF og Neistin spældu í finaluni. Tá vunnu teir í gulum, og hetta er seinastu ferð, at vestmenningar hava verið í steypafinaluni. VÍF hevur, eins og Neistin, vunnið steypagull sjey ferðir, síðani kappingin hjá monnum byrjaði í 1985.

Yvirlit yvir finalurnar hjá monnum og vinnarar sæst her.

[object Object]Dánjal Ragnarsson, sum í vetur er komin heim úr íslendskum hondbólti, skal vinna á barndómsfelagi sínum fyri at fáa hendur á steypinum (Mynd: Andrei Antal)

[object Object]
Neistin vann samanlagt eftir ógvuliga tættar hálvfinalur. Tróndur Kragesteen skoraði avgerandi málið í seinastu sekundunum í seinnu hálvfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Til ber at lesa stóra steypafinalublaðið her

Nógv er uppá spæl - kanska serliga hjá VÍF. Hjá Neistanum snýr tað seg helst um at syrgja fyri, at dysturin ikki gerst alt ov málríkur og um at stýra leikferðini. Finalan hjá monnunum byrjar klokkan 19.

Finalan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum
Høllin á Hálsi, leygardagin 17.02
19.00: Kyndil - Neistin

Kringvarpið vísir finaluna beinleiðis. Portalurin hevur ymiskt tilfar frá dystinum.

Sí eisini: 
Nýggjur steyavinnari skal finnast hjá kvinnum
Tólv feløg eru í minst einari steypafinalu

Leikskráin fyri Faxe Kondi steypafinalurnar:
Í dag, Fríggjadagin 16. februar:
kl. 18.30 G16: VÍF – Neistin
kl. 20.00 D16: H71 a – Kyndil

Í morgin, Leygardagin 17. februar:
kl. 09.00 G10B: Neistin a – H71 b
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: Neistin c – VÍF b
kl. 11.10 D12B: VÍF – ÍA
kl. 12.00 G10A: StÍF a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: SÍF – VÍF a
kl. 13.20 G12A: H71 a – Søljan
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin

Sunnudagur 18. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: Stjørnan – VB
kl. 14.30 D14B: Team Klaksvík – KÍF
kl. 15.30 G14A: Kyndil a – Neistin/ÍA
kl. 16.30 D14A: H71 a – Tjaldur a
kl. 17.30 G18: VÍF – H71
kl. 19.00 D18: H71 – Neistin

Kelda: hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder