Hondbóltur

Neistin koppaði KÍF í seinasta sekundinum

Tróndur Kragesteen gjørdist stóra hetjan, tí skotið fór í málið, og við 21-23 úrslitinum í Kollafirði í kvøld kemur Neistin í steypafinaluna. VÍF verur mótsstøðuliðið leygardagin.

Tróndur Kragesteen í gjøgnumbroti í fyrru hálvfinaluna. Tann seinna gjørdist eisini málfátæk, og málið hjá roynda spælskiparanum hjá Neistanum til 21-23 gjørdist heilt avgerandi (Mynd: Sverri Egholm)

Tróndur Kragesteen í gjøgnumbroti í fyrru hálvfinaluna. Tann seinna gjørdist eisini málfátæk, og málið hjá roynda spælskiparanum hjá Neistanum til 21-23 gjørdist heilt avgerandi (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-11 20:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kundi nærum ikki verið meira spennandi og dramatiskt, enn tað gjørdist í seinnu steypahálvfinaluni millum Neistin og KÍF í Kollafirði í kvøld.

Kollfirðingar vunnu við einum máli í fyrru hálvfinaluni, men høvdu tað tungt við at skora størsta partin av dystinum í kvøld. Neistin var á odda 11-7 í hálvleikinum og var leingi á finalukós.

KÍF fekk tó meira glið á, sum seinni hálvleikur leið, og í seinasta minuttin skoraði Fríði Weyhe til 21-22. Harvið var javnleikur samanlagt, og tað sá út til at fara í longda leiktíð í Kollafirði.

Veteranurin Tróndur Kragesteen hevði tó onga ætlan um at spæla tvær ferðir fimm minuttir afturat. Eftir leikbrái fór nummar 17 ígjøgnum, og beint sum klokkan í Kollafirði vísti 60.00 var bólturin í netið. Stórt vónbrot á teimum í reyðum, sum sjálvandi ætlaðu sær í steypafinaluna aftur, men sonn frøi á teimum í Neistaleguni. 

Harvið er Neistin í fjórðu Faxe Kondi finaluni síðani 2019, tá teir í bláum seinast vunnu steypakappingina. Eftir seinnu hálvfinalurnar í vikuskiftinum er greitt, at Neistin og VÍF skulu spæla finalu næsta leygarkvøld klokkan 19.

Seinnu hálvfinalur í Faxe Kondi kappingini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 11. februar
KÍF – Neistin 21-23 (7-11) Neistin vann samanlagt hálvfinalurnar við einum máli

Til ber at síggja dómaraseðilin og dystargongdina her

Í gjár, leygardagin 10. februar
VÍF – Kyndil 32-28 (Samanlagt vann VÍF hálvfinalurnar við fimm málum)

Sí eisini: VÍF í finaluni fyri fyrstu ferð í níggju ár

Hjá kvinnum eru tað havnarfeløgini, Neistin og Kyndil, sum skulu spæla steypafinalu leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder