Til hetta EM-endaspælið eru á fyrsta sinni tríggjar vertstjóðir. Bólkur A og B verða leiktir í Eysturríki, bólkur C og D í Trondheim í Noregi, og bólkur E og F í Svøríki.
Fyrstu fýra dystirnir í endaspælinum vórðu leiktir í gjárkvøldið, har favorittarnir sigraðu.
Les eisini: Favorittarnir komu væl í gongd
Í kvøld skulu allir vertinir royna seg, og allir eru favorittar. Í Wien kann tó roknast við einum rímilga tøttum dysti, men seinni í kvøld verður talan um stóran skelk, um Sander Sagosen og Noreg fáa stórvegis trupulleikar av Bosnia. Svøríki er næstan eins stórur favorittur sum grannatjóðin, men tað kann verða áhugavert at síggja Sveis, ið er við fyri fyrstu ferð síðani EM á heimavølli í 2006. 36-ára gamla Rhein-Neckar Löwen stjørnan, Andy Schmid, kann avgjørt gera mun fyri miðevropeiska landið.
Tríggir aðrir dystir eru á skránni. Í bólki skal ein av favorittunum Frakland aftur dystast við Portugal, ið eins og Sveis er við til eitt endaspæl fyri fyrstu ferð í 14 ár. Portugal hevur veruliga ment seg seinastu árini og liðið vann greitt á heimavølli á júst Fraklandi í undankappingini.
Dystirnir í dag:
Bólkur B:
17.15: Kekkia - Eysturríki
19.30: Norður Makedónia - Ukraina
Bólkur D:
17.15: Frakland - Portugal
19.30: Noreg - Bosnia & Hersegovina
Bólkur F:
17.15 Slovenia - Pólland
19.30: Svøríki - Sveis
Úrslitini í gjár:
Bólkur A:
Hvítarussland - Serbia 35-30 (16-15)
Kroatia - Montenegro 27-21 (12-13)
Bólkur C:
Týskland - Holland 34-23 (15-13)
Spania - Lettland 33-22 (14-11)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald