Fótbóltur

Allir dystirnir byrja samstundis

Klokkan trý byrja allir fimm dystirnir í 19. umfari í landskappingini hjá monnum. Størsti spenningurin er á Argjum, har runavíkingar eru á vitjan.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-21 12:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var tað vanliga fyrr, men seinnu árini er tað undantakið, at allir dystirnir í Betri deildini hjá monnum verða leiktir sama dag og byrja sama tíðspunkt.

Men hetta er støðan í dag tá hol verður sett á 19. umfar og seinasta triðingin av kappingini. Eingin spenningur er í oddinum, har KÍ er níggju stig fremst, men veruligi spenningurin er í botninum. Ikki færri enn fýra lið, NSÍ, AB, B68 og 07 Vestur liggja at kalla jøvn í stigum og øll kunnu enda undir niðurflytingarstrikuni næstu umførini.

Mest spennandi dysturin er á Argjum í dag, tá NSÍ kemur á vitjan. NSÍ vísti ein stríðsvilja móti B36 fyrr í vikuni, og koma runavíkingar á vøllin við tí sama á Argjum í dag, so eru trý stig í nánd. AB hevur skift venjara og stóran part av liðnum út í summar, og skal tí fóta sær. Ein sigur hevði eisini verið ógvuliga kærkomin hjá argjamonnum.

Sum nevnt, so byrja allir dystirnir í dag klokkan 15. Televarpið stroymir dystirnar, og atgongd kann keypast á tv.fo.

19. umfar

EB/Streymur - B36 (kl. 15)
AB - NSÍ (kl. 15)
HB - Skála (kl. 15)
KÍ - 07Vestur (kl. 15)
Víkingur - B68 (kl. 15)

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 49 stig (17 dystir)
2. Víkingur 43 stig (18 dystir)
3. HB 37 stig (18 dystir)
4. B36 26 stig (17 dystir)
5. EB/Streymur 24 stig (18 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (18 dystir)
7. B68 17 stig (18 dystir)
8. AB 17 stig (18 dystir)
9. NSÍ 16 stig (18 dystir)
10. Skála 8 stig (18 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder