Fótbóltur

Allir dystirnir sunnudagin byrja klokkan 15

HB og 07 Vestur spæla á Tórsvølli, meðan B36 og KÍ bresta saman á Ovara vølli. Evropeiskt pláss eru uppá spæl. Størsti dysturin í umfarinum er botngysarin í Fuglafirði, har TB vitjar.

Av tí at tveir dystir eru ásettir at vera í høvuðsstaðnum, er tann hjá HB móti 07 Vestur fluttur á Tórsvøll. Trý stig er fyri HB í evropeiska stríðnum  - liðið verður leikbannaða Viljorm Davidsen fyriuttan (Mynd: Sverri Egholm)

Av tí at tveir dystir eru ásettir at vera í høvuðsstaðnum, er tann hjá HB móti 07 Vestur fluttur á Tórsvøll. Trý stig er fyri HB í evropeiska stríðnum - liðið verður leikbannaða Viljorm Davidsen fyriuttan (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-19 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstseinsta umfar í Betrideildini hjá monnum er á skránni sunnudagin 22. oktober.  

Nakað av óvissa hevur verið um tvær dystarásetingar. Hetta tí at bæði B36 og HB standa til at hava heimavøll, og tí at dystirnir í teimum seinastu trimum umførunum í útgangsstøðinum skulu spælast samstundis.

Í fyrstu syftu stóð B36-KÍ at byrja klokkan 14 og HB - 07 Vestur klokkan 17. Báðir á Ovara vølli. Hetta er nú broytt. Tað sæst á Comet-skipanini hjá Fótbóltssambandinum, ið dystaryvirlitið á fsf.fo vísir til.

Sum skilst er tað í hesum førum ikki krav, at hesir báðir dystirnir verða spældir sasmtundis - tí havnarfeløgini hava sama heimavøll - men dysturin hjá HB verður nú á Tórsvølli.

[object Object]
HB og B36 hava sama heimavøll - sunnudagin nýta feløgini hvør sín vøll í økinum (Mynd: Sverri Egholm)

HB skal hava trý stig har,  meðan B36 kann tryggja sær evropeiskt pláss á Ovara vølli, har føroyameistararnir vitja. KÍ kann hjálpa HB í teimum báðum seinastu umførunum, har Víkingur eisini er á skránni, men KÍ skal spæla bólkaspælsdyst á Tórsvølli hóskvøldið, og hetta kann ávirka.

Júst Víkingur er í einum ógvuliga góðum stima. Ellivu sigrar á rað hava millum annað havt við sær, at liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er á 3. plássi og hevur evropeisku laguna í egnum hondum. Sunnudagin vitjar EB/Streymur, ið einki hevur at spæla fyri og sum hevur steypahálvfinalu mikudagin at hugsa um.

Júst sama støða er hjá B68, sum tekur ímóti AB. Bæði liðini hava fastar menn leikbannaðar, sum bolt.fo vísir á. Argjamenn eru framvegis aftast og hava harðliga tørv á trimum stigum. Um tað ikki eydnast at vinna á Svangaskarði, og ein vinnari verður funnin í Fuglafirði, so er niðurflyting veruleiki á Argjum.

Vinnarin hevur heilt góðan møguleika at halda sær uppi, meðan taparin allarhelst skal niður aftur í 1. deild. Hetta eru treytirnar í Fuglafirði sunnudagin, tá uppflytararnir spæla innanhýsis dyst um at sleppa undan niðurflyting. TB kann betri liva við einum javnleiki, tí málúrttøkan er eina tonn betri. Lagt er upp til veruligt botnbrak

Dystirnir sunndagun 22. oktober:
B36 - KÍ
HB - 07 Vestur (Tórsvøllur)
Víkingur - EB/Streymur
ÍF - TB
B68 - AB

Allir byrja klokkan 15.00.

Støðan undan 26. umfari í Betrideildini 


1

25
21
3
1
65
17
+48
66
2

25
18
2
5
52
24
+28
56
3

25
17
3
5
66
22
+44
54
4

25
16
4
5
65
23
+42
52
5

25
11
4
10
41
39
+2
37
6

25
7
4
14
25
44
-19
25
7

25
4
9
12
27
46
-19
21
8

25
4
4
17
15
59
-44
16
9

25
5
1
19
22
67
-45
16
10

25
4
2
19
22
59
-37
14

(Talva: Farosoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder