Fótbóltur

Allir favorittarnir vunnu - men tað var tepurt

NSÍ, B36, KÍ og Víkingur vunnu øll við einum máli. Á Svangaskarði varð ikki spælt vegna veður - B68 og HB spæla ístaðin týskvøldið.

Petur Knudsen skoraði einasta málið í Streymnesi, og harvið er NSÍ framvegis nummar eitt í Meistaradeildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen skoraði einasta málið í Streymnesi, og harvið er NSÍ framvegis nummar eitt í Meistaradeildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-25 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í fremstu mansdeildini eru spældir í dag. Tann fimti, sum skuldi verða millum HB og B68 á Svangaskarði, varð ikki spældir vegna veður.

Hoyr venjararnir seta orð á hetta: Jovevic og André: Dómarin tók einsamallur avgerðina um at avlýsa B68 - HB á Svangaskarði

Støða er tikin um, at seinasti dysturin í 11. umfari verður spældur í morgin, týsdagin 26. mai, klokkan 18.30.

Í øllum teimum avgreiddu dystunum í dag var munurin bert eitt mál, tá samanum kom: Liðini í topp-fýra vunnu, men mótstøðuliðini vístu tenn og gjørdu tað stríggið.

KÍ og Víkingur vóru annars á odda 2-0 á heimavølli móti uppflytarunum - í Sarpugerði var tað aftur serliga Aron Benjaminsen, sum skein - men AB og Skála vístu góðan hugburð og fingu spenning í aftur seinastu løtuna, samstundis sum heimaliðini ikki avrikaði á sama stigi. Í Klaksvík var millum annað brotssparksdrama og reytt kort. Tó vóru heimasigrarnir í landnyrðingspartinum av landinum samanlagt uppibornir_ Víkingur í løtuni á rímiliga tryggum 4. plássi, meðan KÍ hongur í B68 og NSÍ.

[object Object]
Aftur í dag hevði Aron Benjaminsen fleiri málstig (mál + upplegg) - her á Argjum fyri viku síðani, har hann skoraði eitt og legði upp til tvey mál fyri Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ skoraði stutt eftir steðgin í Streymnesi við deyðbólti, og í Gundadali skoraði Tobias Hansen beint fyri steðgin. Hetta vóru einastu málini í hesum dystunum, og harvið er NSÍ framvegis oddalið við B36 beint í hølunum. B36 er framvegis ósigrað, og NSÍ er komið á vinnarakós aftur eftir tapið fyri kappingarneytunum í Gundadali fyrst í mánaðinum.

Meistaradeildin menn, 11. umfar
25. mai

KÍ - AB 2-1 (2-0)
34' Deni Pavlovic 1-0
42' Jákup Biskopstø Andreasen (Filip Brattbakk) 2-0
80' Bjarki Nielsen, br. 2-1

Reytt kort: Jean Carlos De Brito, KÍ (seinna gula í 83' minutti)

Meira um dystin sæst her

Viðmerkjarin hjá FM1: AB kann halda høvdið høgt - KÍ avrikar ikki nóg væl enn

Víkingur - Skála 2-1 (2-0)
14' Aron Benjaminsen (Jørgen Nielsen) 1-0
22' Arnbjørn Svensson (Aron Benjaminsen) 2-0
74' Simon Jørgensen 2-1

Meira um dystin sæst her

EB/Streymur - NSÍ 0-1 (0-0)
55' Petur Knudsen (Jann Julin Benjaminsen) 0-1

Meira um dystin sæst her

B68 - 07 Vestur 1-0 (1-0)
44' Boubacar Sidik Dabo (Tobias Hansen) 1-0

Meira um dystin sæst her

Fleiri samrøður á fm1.fo

B68 - HB: Útsettur til í morgin, týsdagin, klokkan 18.30

Hoyr venjararnir seta orð á avgerðina um ikki at spæla í dag: Jovevic og André: Dómarin tók einsamallur avgerðina um at avlýsa B68 - HB á Svangaskarði

Støðan í løtuni:

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder