Hondbóltur

Allir hondbóltsdystir útsettir fyribils

HSF boðar í kvøld frá, at allur hondbóltur heldur uppat.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-11 23:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroya hevur gjørt av at fyribils útseta allar hondbóltsdystir. Hesum boðar HSF frá í kvøld.

- Vísandi til nýggjastu tíðindini um, hvussu corona-smittan er farin at gera um seg í grannalondunum, og at vit tí eiga at verða eyka varin í Føroyum ta næstu tíðina, hevur starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroya avgjørt fyribils at útseta allar hondbóltsdystir – bæði hjá teimum vaksnu og hjá børnunum – í tvær vikur.

- Hondbóltssamband Føroya mælir somuleiðis feløgunum til at steðga allari venjing í umrødda tíðarskeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder