Í morgin, mikudagin 24. august klokkan 16, skipar Tórshavnar býráð fyri almennari móttøku av U19-hondbóltslandsliðnum hjá monnum á ráðhústrappuni.
Liðið tryggjaði sær sunnukvøldið gull í European Championship, ið er B-EM, og harvið pláss til EM-endaspælið fyri U20-landslið í 2022. Harvið verða Føroyar eitt av teimum 16 londunum, sum frá 7. juli næsta ár skulu stríðast fyri EM-gulli.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti og Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum halda røður á ráðhústrappuni í morgin. Havnar Hornorkestur spælir.
Aftaná verður móttøka fyri leikarunum og innbodnum í Ingálvsstovu á Ráðhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald