Fótbóltur

Alment: Eyðun og Atli í tvey ár

Liðið og føroyska fólkið skal verða knýtt enn tættari, segði nýggi høvuðsvenjarin á manslandsliðnum á tíðindafundinum.

Eyðun Klakstein og Christian Andreasen, forseti í FSF (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein og Christian Andreasen, forseti í FSF (Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-14 11:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á tíðindafundi i FSF-hølunum hevur Fótbóltssamband Føroya alment avdúkað, at Eyðun Klakstein verður nýggjur høvuðsvenjari og Atli Gregersen nýggjur hjálparvenjari hjá manslandsliðnum.

- Vit vita, hvat vit fáa við teimum. Eyðun hevur verið við í puljuni allatíðina, og tá ráðgevingarfyritøkan kom við sínum tilmælum, peikaðu vit á Eyðun og Atla.

Soleiðis segði Christian Andreasen, FSF-forseti. Hann staðfesti, at talan hevur verið um eina góða og “rætta” setanargongs.

Eyðun Klakstein fegnast um at fáa álitiði. 52-ára gamli klaksvikingurin verður fyrsti fast sett føroyski høvuðsvenjarin í 17 ár.

Eyðun ynskir, at manslandsliðið og føroyska fólkið skal verða knýtt enn tættari saman.

Meira úr FSF-húsinum seinni.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder