Fótbóltur

Alt er opið undan dystinum í Wales

B36 var á odda 2-0, men ósketni og nakað av tilvild gjørdu, at Haverfordwest fekk eitt brúkiligt útgagnsstøði.

Andrass Johansen og Hannes Agnarsson skoraðu málini fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Andrass Johansen og Hannes Agnarsson skoraðu málini fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-27 21:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 gjørdi tvey góð mál í Gundadali í kvøld, og hóast tað og ein evropeiskan sigur, so kundi nøgdsemi verið størri á teimum í B36-leguni.

Tað var týðiligt beinanvegin, at heimaliðið var omaná, og byrjanin var eisini framúr við vælspælda málinum, sum Hannes Agnarsson átti seinasta fótin á. B36 søkti eisini eftir fleiri málum, men fór niður í góðsku sum hálvleikurin leið. Hetta skuldi síggjast aftur seinni.

Les meira um fyrra hálvleik her

B36 legði eisini bragdliga fyri í seinna hálvleiki, og Hannes var eisini ógvuliga nær við at økja eftir gott frísparksinnlegg frá Jann Benjaminsen. Haverfordwest royndi at fara longur upp at trýsta, og tað gav heimaliðnum pláss, sum varð gagnnýtt, tá ein tími varð spældur. B36 fekk skift síðu skjótt, Bjarki Nielsen setti vongbakkin av og fann við vinstra beininum Andrass Johansen, ið setti sín vinstra fót væl á.

2-0, tamarhald tyktiskt vera á tí, og um nakað kundi man vónað, at B36 bara betraði um útgangsstøði. Teir í hvítum tyktiskt tó ikki at hugsavna seg heilt og rætt síðsta partin av dystinum, og nógv mistøk vórðu gjørd við bóltinum. Haverfordwest kom eisini til eina fína støðu, tá eitt korter var eftir eftir ivasamt verjuspæl, og fimm minuttir seinni var galið. Eingin steðgaði heilt innlegginum, og so fekk áleyparin Martell Taylor-Crossdale, við fortíð í ungdómsliðunum hjá Chelsea, prikað bóltin í málið.

2-1 gjørdist úrslitið, ið teir á útiliðnum ikki tyktiskt vera heilt ónøgdir við. Hjá B36 var tað blandað. Tað er eingin ivi um, at liðið hjá Dan Brimsvík stendur í fínari støðu, í mun til at koma víðari til 3. umfari, men eftir dystargongdini og hvussu mótstøðuliðið til tíðir sá út í kvøld, kundi tað eisini verið betri.

Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Gundadalur, 27. juli  
B36 - Haverfordwest 2-1
11' Hannes Agnarsson (Andrass Johansen) 1-0
60' Andrass Johansen (Bjarki Nielsen) 2-0
80' Martell Taylor-Crossdale 2-1 

B36 (4-2-3-1): Mattias Lamhauge - Símun Sólheim, Isak Jönsson, Magnus Egilsson, Jann Julin Benjaminsen - Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen - Taufee Skandari, Michal Przybylski, Bjarki Nielsen - Hannes Agnarsson

Hesir komu inn: Valerijs Sabala, Aron Knudsen, Emil Weihe Joensen, Mattias Hellisdal og Benjamin Heinesen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder