Sum nakað nýtt verður ein dystur leiktur í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypinum, og hann verður leiktur á uttanveltaðum vølli. Í langa tíð hevur talan verið um ein dyst á heimavølli og ein á útivølli, tá spælt hevur verið um eitt finalupláss.
Harvið fellur avgerðin um annað finaluplássið í kvøld, tá B36 og Víkingur bresta saman við Løkin. Øll eygu í føroyska fótbóltsheiminum verða vend ímóti leikvøllinum í Runavík: FM 1 sigur frá dystinum, og í Kringvarpinum kann hann síggjast við fullari framleiðslu.
Vit verða til staðar til dystin, ið byrjar klokkan 19, og sum kann fáa avgerandi týdning fyri kappingárið hjá báðum liðunum: Taparin er liðugur, og hóast B36 hevði eitt evropeiskt ævintýr í august og september, so kann sigast, at tað verður punktum fyri einum kappingarári, ið hevur verið eitt vónbrot - líkamikið hvat av liðunum tapir. Tað merkir einki steyp og einki pláss í evropeiskari kapping komandi ár, og tað vil siga væl færri inntøkur. Ein sigur í kvøld og næsta leygardag kann broyta sera nógv.
Týdningarmiklir leikarar tøkir aftur
B36 vann sannførandi á AB mikukvøldið og má sigast at vera favorittur til dystin. Ártalsfelagið hevur sigrað í tveimum av teimum trimum innanhýsis uppgerðunum millum liðini í ár. Tær hava verið málríkar: Tvær ferðir 4-2 - ein slíkur sigur til hvørt liðið - og í 26. umfari endaði tað 3-1 til B36 í einum dysti, sum endaði við roki, tá bæði Atli Gregersen og Bogi Reinert-Petersen vórðu útvístir fyri at hava hondina í andlitinum hjá Stefani Radosavljevic.
Andrass Johansen skorar her til 3-0 móti AB í fjórðingsfinaluni fyri trimum døgum síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Stefan og Noah Mneney í nærdysti, tá liðini hittust 1. november í Sarpugerði) Mynd: Jens Kr. Vang)
Teir báðir royndu leikararnir vóru harvið ikki við í fjórðingsfinaluni á heimavølli móti TB, sum Víkingur við bit og slit vann 1-0 við brotssparki fimm minuttir fyri leiklok, sum kom eftir at Jákup Johansen lat seg detta í brotsteignum. Atli og Bogi eru tøkir aftir í kvøld, og tað kann fáa stóran týdning. Hóast B36 sær sterkari út í løtuni, og hóast Víkingur, serliga seinasta partin av árinum, hevur havt tað sera trupult móti topp-fýra liðunum, so er talan um eina hálvfinalu, ið kann gerast sera spennandi. Síðani samanleggingina millum GÍ og LÍF áðrenn kappingarárið í 2008 hevur liðið úr Eysturkommunu verið í heili sjey steypafinalum.
B36 var í finaluni í bæði 2018 og 2017. Í dag hevur liðið hjá Dan Brimsvík Magnus Holm Jakobsen tøkan aftur. Landsliðsleikarin fekk beinleiðis reytt kort fyri ein flákrandi alboga í 27. umfari í Betrideildini móti NSÍ. Dan skal, eins og ungi venjarin á hinum bonkinum, royna at føra lið sítt til steypafinaluna, har NSÍ ella HB bíða. Tey spæla í Klaksvík í morgin - í kvøld snýr tað seg um B36 og Víking, sum veruliga hava alt at spæla fyri.
Hálvfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Leygardagin 28/11
19.00: B36 - Víkingur (Í Runavík)
Sunnudagin 29/11
15.00: HB - NSÍ (Í Klaksvík)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald