Hondbóltur

Alt verður avgjørt í Vestmanna í dag

Kyndil og VÍF hava vunnið hvør sína finalu, og tí er lagt upp til endaligt FM-brak í dag.

VÍF og Kyndil stríðast um føroyameistaraheiti seint seinnapartin
(Mynd: Sverri Egholm)

VÍF og Kyndil stríðast um føroyameistaraheiti seint seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-28 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF vann í Høllini á Hálsi mikukvøldið, og í gjár vann Kyndil í Vestmanna. Kvinnurnar fylgja harvið so at siga leistinum hjá monnunum, ið vunnu tvær finalur hvør á útivølli, áðrenn H71 í gjárkvøldið loksnins kundi kalla seg FM-vinnara aftur eftir sigur í Hoyvíkshøllini.

Nú er tað í SMS-deildini, at gullvinnarin skal finnast. Skal tað verða VÍF, ið vinnur annað árið á rað og harvið kemur undir liðuna á Kyndil í talið av meistaraheitum ? Ella skal tað vera Kyndil, ið tekur FM aftur frá VÍF ? Kyndilskvinnur gjørdist føroyameistarar í 2017, og fleiri av leikarunum eru tær somu. VÍF hevur so at siga sama lið sum í fjør, og nú skal liðið royna at endurtaka; fyri einum ári sínum avgjørdi VÍF føroyameistaraheitið móti júst Kyndli í Vestmanna í triðju finaluni.

Í gjár fekk Kyndil sera góða bilbukt við baktektuna hjá VÍF í gjár, og ágangandi verjuspælið og góða spælið hjá Jovanu í málinum eru avgjørt lyklar i dag. VÍF skal avgjørt minka um feilirnar frá dystinum í gjár. Tær gulu og bláu vóru ovast í grundspælinum, hava heimavøllin og skulu hevna finaluósigurin frá steypakappingini, har tað gjørdist til silvur móti Kyndli. 

Triðja FM-finalan í SMS-deildini
17.00: VÍF - Kyndil 

Vit hava myndir og samandrátt frá avgerandi FM-finaluni. Kringvarpið stroymir dystin.

Jn.fo og FM1 hava beinleiðis frásøgn  

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder