Ítróttarfelagið Argir kunngerð í kvøld, at Anders Risdal verður høvuðsvenjari fyri ÍA næsta kappngarár.
Sáttmáli varð undirskrivaður í dag.
Anders Risdal tekur við eftir Mark Dahl, sum fer víðari til avbjóðingar sum venjari í Noregi.
- Anders er eitt kent andlit millum børn og ung her á Argjum. Hann hevur seinastu árini starvast í Frítíðarskúlanum á Argjahamri og í Argjaskotinum. Harumframt hevur hann verið venjari hjá U12 dreingjum hjá Kyndli, har hann sjálvur eisini leikar í Burn deildini. Hann hevur útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan barna- og ungdómsítrótt í Danmark, skrivar ÍA á heimasíðuni.
Anders Risdal í dysti fyri besta mansliðið hjá Kyndli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald