Føroyar (4-4-2): Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Andrass Johansen - Klæmint Andrasson Olsen, Jóan Símun Edmundsson
Gunnar Vatnhamar aftur í miðverjuna, 4-4-2, fýra broytingar og bæði ungir og óroyndir og meira royndir spælarar inn í byrjanaruppstillingini.
Hetta eru nakrar av niðurstøðunum, eftir at liðupstillingini hjá Føroyum til dystin móti Moldova er komin út.
Mynd: UEFA
Brandur Hendriksson Olsen verður umráðandi í spælinum við bóltinum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
Spennandi og meira álopskend uppstilling enn til seinastu dystirnar. Spurningurin er, hvussu tað fer at hanga saman. Tað er ikki altíð, at 4-4-2 hevur eydnast so væl á landsliðnum.
Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen og Sølvi Vatnhamar eru á bonkinum hesaferð.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald