Talan er ikki um góðar dagar hjá B36 ella hjá føroyskum landsliðsmiðvallarum.
Í gjárkvøldið varð Jákup Biskopstø Andreasen borin av vølli í Streymnesi, eftir at KÍ liðformaðurin var óheppin eftir ein nærdysti - stóð onkursvegna fastur og fekk vekt á "ábært" bein.
Les meira: Jákup fingið eitt brot í beinið
Skjótt varð staðfest, at talan var um brot. Tað er ikki heilt greitt, hvat slag av broti tað er, men tað er tað hjá Andrassi Johansen.
22-ára gamli miðvallarin fór eisini út á børu, tá B36 spældi 3-3 móti ÍF mánakvøldið. Sosialu miðlarnir hjá B36 greiða soleiðis frá:
Harvið fer B36 at mangla ein lyklaspælari í einum tíðarskeiði, har liðið skal finna stevið aftur, royna at nærkast oddinum og koma víðari í steypakappingini. Við omanfyrinevnda tíðarbilinum fer Andrass í øllum førum sita uttanfyri, meðan B36 spælir 1. umfar í Conference League. Hann kann heldur ikki vera við A-landsliðnum til Baltic Cup í juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald