Hann varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Føroyar jagstraðu eitt mál, og frá høgra kanti var hann við at fáa ferð og glið á føroyska spælið, tá man royndi at svara aftur móti Albania.
Andrass Johansen var eisini nær við at veruliga fáa róm í á Tórsvølli, tá 21-ára gamli miðvallarin eftir góðar taktir og innlegg úr vinstru frá einum øðrum innskiftara, Jóannesi Bjartalíð, kom væl upp til bóltin. Havnarmaðurin fekk tó ikki stýrt bóltinum í albanska málið - hann fór beint framvið, og tað irðaði Andrass seg sjálvandi um eftir dystin.
Andrass Johansen í samtalu við landsliðsvenjarin, áðrenn hann og Petur Knudsen vóru skiftir inn. Teir gjørdu ein ávísan mun (Mynd: Sverri Egholm)
- Hetta er ein dreingjadreymur; eg vildi veruliga vísa nakað, segði Andrass Johansen millum annað við Portalin eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Hann var tó errin um avrikið. Andrass hevur seinastu árini veruliga gjørt vart við seg fyri besta liðið hjá barndómsfelagið B36. Hann hevur verið profilur á miðvøllinum, sent liðið víðari í Conference League og gjørt tað væl við U21-landsliðnum. Í november í fjør varð tekniskt dugnaliga spælarin úttikin til venjingardystir hjá A-landsliðnum, men lærkrikin darvaði í Kekkia og Kosovo, og Andrass Johansen fekk ongan minutt.
Hann var eisini skaðadarvaður í mars, men nú fekk hann so møguleikan og tók av. Andrass var ein jalig uppliving - ein ungur spælari sum var við at fáa lív í álopskenda spælið, sum tordi at bjóða av, kundi vera við í samspælinum og arbeiddi gróthart.
Eftir dystin staðfesti Andrass Johansen, at hann spældi uttan at hugsa so nógv men tó við tí eyga at veruliga vísa seg fram.
Sí eisini: Andrass: -Spældi ikki við nakrari hondbremsu
-------------
EM-undankappingarbólkur E, 3.(4.) umfar
Tórsvøllur, týsdagin 20. juni
Føroyar - Albania 1-3 (1-1)
20' Nedim Bajrami 0-1
45 (+1)' Odmar Færø (Jóan Símun Edmundsson) 1-1
51' Kristjan Asllani 2-1
90 (+1)' Ernest Muç 3-1
Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen
Hesir komu inn: Jóannes Bjartalíð (46'), Andrass Johansen (65'), Petur Knudsen (65'), Brandur Hendriksson Olsen (80'), Stefan Radosavljevic (80')
Áskoðaratal: 2.507
Sí eisini:
Enn eitt vónbrot á Tórsvølli
Myndir: Føroyar - Albania
Teitur: - Kann ikki seta orð á hvussu rotin kensla hetta er
Fótbóltur
Andrass vísti seg væl fram í sínum fyrsta dysti
21-ára gamli B36-miðvallarin varð skiftur inn í 65. minutti móti Tórsvølli og var við í fleiri góðum álopum. Hann hevði eisini vandamiklan stútara, sum hann kundi javna við.
- Eg spældi uttan hondbremsu - eg skuldi inn at vísa nakað. Soleiðis segði Andrass Johansen millum annað um tankagongdina til sín fyrsta A-landsdyst (Mynd: Sverri Egholm)
2023-06-20 23:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald