Fótbóltur

Enn eitt vónbrot á Tórsvølli

Hesa ferð vóru Føroyar við heilt inn í yvirtíðina og vístu tenn, men føroyska liðið varð revsað og manglaði neyvleikan at revsa albanar.

Føroyska liðið fekk javnað fyri steðgin og var nær við at fáa fleiri (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið fekk javnað fyri steðgin og var nær við at fáa fleiri (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-20 22:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annar heimadystir uppá tríggjar dagar, trý mál inn annan dystin á rað og aftur null stig. Móti Albania í kvøld stoyttu Føroyar tó aftur, javnaðu einaferð og vóru nær við at javna til 2-2. Ístaðin revsaðu albanar okkum aftur, tá bólturin varð blakaður burtur í yvirtíðini.

Føroyar høvdu javnað í yvirtíðini í fyrra hálvleiki við góðum máli uppá deyðbólt, og fyrr í hálvleikinum hevði Teitur Matras Gestsson meistaraliðið bjargað brotssparki, so støðan ikki gjørdist 0-2. Harvið vóru ymisk viðurskifti, ið bendi á, at hetta kundi gerast eitt stórt føroyskt kvøld.

Les meira um fyrra hálvleik á hesari leinkjuni: 1-1: Teitur og Odmar hetjurnar higartil

Okkara tyktust eisini at byrja væl eftir steðgin, men brádliga fekk albani pláss at leggja bóltin afturum okkara verjuketu, har ein annar varð farin avstað. Tað eydnaðist við neyð og deyð at koma fyri í føroyska brotsteignum, men í samband við hornasparki var eingin føroyingur í støðu til at koma út og nóg skjótt møta albananum, ið fekk bóltin einar 15 metrar uttanfyri brotstegin. Hann fekk tíð og pláss og sendi síðani bóltin upp í føroyska málhornið. Skotið var hart og gott, men Teitur var kanska ikki nóg skjótur yvir móti bóltinum.

Føroyar høvdu lutfalsliga nógv bóltin. Tað tyktiskt tó at mangla ymiskt fyri at koma til heilt stóru møguleikarnar, men nógv fleiri støður vóru í kvøld. Einaferð kom eitt albanskt bein fyri í síðstu løtu eftir gott gjøgnumbrot hjá Sølva Vatnhamar, einaferð datt Jóannes Bjartalíð, men seinni kom innskifti klaksvíkingurin til gott skot. Tað var nær við, og tað var tað sanniliga eisini, tá innlegg kom frá honum úr vinstru, ið innskifti Andrass Johansen stútaði beint framvið.

[object Object]
Andrass Johansen vísti seg væl fram í sínum fyrsta A-landsdysti men burdi helst skorað við stútara (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Føroyar lótu triðja málið inn í yvirtíðini, tá teir satsaðu (Mynd: Sverri Egholm)

Andrass kom inn miðskeiðis í 2. hálvleiki, og B36-spælarin vísti seg ógvuliga væl fram. Petur Knudsen vísti eisini góðar taktir, nú hann var innskiftur og hevði meira rundanum um seg - meðan Klæmint Olsen ikki kom til nakað sum so. Tað var bæði positivt og spennandi hjá unga Hanusi Sørensen, sum avloysti leikbannaða Gilla Sørensen, á høgra bakki, men lýti vóru eisini. 

Føroyar royndu at leggja eitt seinasta trýst, men ístaðin fóru albanar avstað og skoraði gott umstillingsmál. Føroyska liðið var væl við, og kann á ymsan hátt halda høvdið hægri enn síðst. Nu er vónin, at ymisk úrslit koma í hús í heyst, og at spælararnir flyta seg rættan vegin.

Føroyar spæla í Póllandi 7. september og heima móti Moldova 10. september. Moldova vann í kvøld á heimavølli móti júst Póllandi.

EM-undankappingarbólkur E, 3.(4.) umfar
Tórsvøllur, týsdagin 20. juni
Føroyar - Albania 1-3 (1-1)
20' Nedim Bajrami 0-1 
45 (+1)' Odmar Færø (Jóan Símun Edmundsson) 1-1
51' Kristjan Asllani 2-1
90 (+1)' Ernest Muç 3-1

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen

Hesir komu inn: Jóannes Bjartalíð (46'), Andrass Johansen (65'), Petur Knudsen (65'), Brandur Hendriksson Olsen (80'), Stefan Radosavljevic (80')

Áskoðaratal: 2.507

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder