Fótbóltur

André Olsen: - Ein nýggjur útlendskur ráðgevi hevði skapt størri órógv enn gagn

Í almennari fráboðan bæði fegnast og harmast fyrrverandi HB-venjarin, men André Olsen slær fast, at hóast hann hevur verið opin, vildu hann og leiðslan nú ikki tað sama: Hann noktaði at fáa ein nýggjan ráðgeva inn.

-  Eg havi verið opin yvirfyri at betra tingini, havi hugt inneftir og havi tikið móti hjálp frá útlendskum ráðgeva, sum hevur verið uppi, hóast tað ikki hevur broytt stórvegis uppá gongdina. Tí noktaði eg at taka ímóti einum nýggjum útlendskum ráðgeva (Mynd: Sverri Egholm)

-  Eg havi verið opin yvirfyri at betra tingini, havi hugt inneftir og havi tikið móti hjálp frá útlendskum ráðgeva, sum hevur verið uppi, hóast tað ikki hevur broytt stórvegis uppá gongdina. Tí noktaði eg at taka ímóti einum nýggjum útlendskum ráðgeva (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-19 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg eri sjálvandi vónbrotin av, at vit ikki kláraðu at byggja uppá sama momentum og somu framgongd, sum vit høvdu farna kappingarár, hóast har hava verið óteljandi avbjóðingar.

Eitt lítið samdøgur eftir at HB hevur sagt høvuðsvenjaran úr starvi, tekur venjarin sjálvur blaðið frá munninum.

Almenna fráboðanin hjá André Olsen kemur eisini í kjalarvørinum av, at formaðurin hjá HB hevur sagt við FM1, at talan millum annað var um ósemju um hjálp uttanfrá.

Les eisini: Lukasz Cieslewicz tekur fyribils yvir í HB

Hetta kemur venjarin eisini inn á í sínum Facebook-posti, sum varð lagdur út fyri løtu síðani. André Olsen vísir á, at hann og toymi einaferð hava tikið ímóti hjálp frá ráðgeving uttanífrá. Men at einaferð var nóg mikið.

-  Eg havi verið opin yvirfyri at betra tingini, havi hugt inneftir og havi tikið móti hjálp frá útlendskum ráðgeva, sum hevur verið uppi, hóast tað ikki hevur broytt stórvegis uppá gongdina. Tí noktaði eg at taka ímóti einum nýggjum útlendskum ráðgeva, sum eg meti bara hevði skapt størri órógv enn gagn. Eg havi nokk av áliti á mær sjálvum til at vita hvat eg standi inn fyri, og veit at vit saman høvdu vent gongdini. At leiðslan ynskir nakað annað, virði eg.

[object Object]
André Olsen heldur ikki, at talan hevði verið um eina góða loysn, um HB fekk enn ein útlendskan ráðgeva til felagið.

Um málið segði Ransin Djurhuus soleiðis við okkum fyrr í dag:

- - Besta mansliðið hevði ikki úrslitini við sær. Vit royndu sum felag at hjálpa André og okkum sjálvum fyri at fáa eksterna hjálp við at hyggja uppá felagið, og uppá hvat man kann gera betur. Men André vildi ikki at gera tað framyvir. Hetta ynskti leiðslan tó, og tí høvdu vit ikki nakað annað val enn at enda samstarvið.

HB hevur fyri stuttum havt hjálp uttanifrá. Tað var, tá Søren Krogh í HB sum eygleiðari og ráðgevi kring besta manslaiðið í eitt stutt tíðarskeið. Danin er nú settur sum hjálparvenjari í FC Nordsjælland.

Annars takkar toftamaðurin spælarum og øðrum í og kring HB fyri gott samstarv seinastu stóru 13 mánaðirnar. André Olsen er tann HB-venjarin síðani Heimir Guðjónsson, sum hevur sitið næstlongst í sessinum.

Almenna fráboðanin hjá André Olsen kann lesast í fullum líki niðanfyri

----------------------------------------------------------------

Góðu tit øll

Takk fyri eina góða og ógloymandi tíð í HB, sum eg eri errin av at hava upplivað.

Eg byrjaði fyrst í mai farna ár, har uppgávan var at venda skútuni. Saman gjøgnumførdu vit kappingarárið so væl sum vit kundu við hørðum arbeiði, ógloymandi løtum og týdningarmiklum sigrum. Fleiri hæddarpunkt kunnu nevnast sum standa eftir.

Eg eri sjálvandi vónbrotin av, at vit ikki kláraðu at byggja uppá sama momentum og somu framgongd, sum vit høvdu farna kappingarár, hóast har hava verið óteljandi avbjóðingar.

Eg havi verið opin yvirfyri at betra tingini, havi hugt inneftir og havi tikið móti hjálp frá útlendskum ráðgeva, sum hevur verið uppi, hóast tað ikki hevur broytt stórvegis uppá gongdina. Tí noktaði eg at taka ímóti einum nýggjum útlendskum ráðgeva, sum eg meti bara hevði skapt størri órógv enn gagn. Eg havi nokk av áliti á mær sjálvum til at vita hvat eg standi inn fyri, og veit at vit saman høvdu vent gongdini. At leiðslan ynskir nakað annað, virði eg.

Eg veit, at eg havi givið alt sum eg havi átt í mær hvønn dag og havi gjørt mítt allarbesta.

Eg vil eisini takka spælarunum, venjaratoyminum og liðleiðarunum fyri gott samstarv. Ikki at gloyma vil eg takka øllum venjarunum og øllum fólkunum, sum varða av fótbótinum í HB fyri eina frálíka tíð saman. Tað kemur altíð at standa eftir.

Eg veit, at nógv at teimum tingunum sum vit hava gjørt, hevur verið í bestu intentión fyri at gera felagið betur brynjað til framtíðina.

Tí ivist eg heldur onga løtu í, at HB eigur eina glæsiliga framtíð.

Takk fyri meg
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder