2020-06-09 14:32
Leygardagin var árligi aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum. Fundurin var hildin í skúlanum á Strondum.
Tveir sessir í starvnevndini vóru fyri vali, umframt báðir varalimirnir. Heimasíðani hjá HSF skrivar, at Oyvindur Brimnes var afturvaldur í starvsnevndini, meðan Andrea Heindriksdóttir er nýggj í nevndini.
Birgir Kass var afturvaldur sum fyrsti varalimur, meðan Heini Ellingsgaard er valdur sum annar varalimur.
Starvnevndin sær nú soleiðis út:
Gunn Ellefsen, forkvinna
Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Oyvindur Brimnes, nevndarlimur
Djóni Højgaard, nevndarlimur
Andrea Heindriksdóttir, nevndarlimur
Birgir Kass, 1. varalimur
Heini Ellingsgaard, 2. varalimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald