Andreas Lava Olsen verður eisini Víkingur í komandi leikári.
Felagsliðið í Eysturkommunu boðaði í gjár frá, at felagið hevur longt sáttmálan við áloyparan úr Leirvík við einum ári.
- Stóri og sterki leikarin, sum seinastu árini hevur givið mongum verjum høvuðbrýggj, hevur bert umboðað barndómsfelagið í Føroyum, og vit fegnast um at hann tekur enn eitt ár í ljósabláum, skrivaði Víkingur í fráboðan á Facebook.
Andreas Lava Olsen hevur, sambært faroesoccer.fo, skrásettur fyri 166 dystir í bestu føroysku kappingini, og hann hevur skotið 48 mál.
Eisini hevur hann spælt 10 dystir og skotið eitt mál fyri fyri føroyska A-landsliðið.
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Andreas Lava Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald