Eftir trý ár í B68, skiftir Andri Benjaminsen til NSÍ. Eitt felag, sum 24 ára gamli miðvallaleikarin fleiri ferð áður hevur umboðað.
NSÍ spælir næsta kappingarár í næstbestu deildini, og skal royna at vinna seg uppaftur í Betri deildina og til sunnudagsfótbólt.
- Hóast tað er NSÍ, sum burdi givið Andri eina føðingardagsgávu, so er tað øvut hesaferð. Á sínum 24-ára føðingardegi í dag gevur hann okkum gulu eina stóra gávu, tí hann hevur júst skrivað undir ein 2-ára sáttmála við NSÍ, skrivar felagið.
Andri hevur spælt 68 dystir í bestu deildini og 104 dystir í næstbestu deildini. Í hesum báðum deildunum hevur hann skotið heili 59 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald