Fótbóltur

Andrias avloysir Odmar

Odmar Færø hevur ein skaða at dragast við, so miðverjin verður ikki við til dystirnar móti Svøríki og Spania í komandi viku.

Andrias Høgnason Eriksen, her í viðtalu við Portalin, eftir at hann fyri fyrstu ferð varð úttikin til A-landsliðið

Andrias Høgnason Eriksen, her í viðtalu við Portalin, eftir at hann fyri fyrstu ferð varð úttikin til A-landsliðið

2019-08-29 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir vóru í fleiri ár liðfelagar í B36 og spældi nógv undir liðuni á hvør øðrum í miðverjuni hjá árstalsfelagnum. Í juni vóru báðir í hópinum til heimadystirnar móti Spania og Noreg. 29-ára gamli Odmar Færø spældi 90 minuttir í báðum dystunum - sínar landsdystir nummar 27 og 28. 25-ára gamli Andrias Eriksen var við A-landsliðnum á fyrsta sinni og sat á bonkinum allar 180 minuttirnar á Tórsvølli.

Odmar spældi ikki seinasta dystin hjá HamKam í næstbestu norsku deildini, men varð úttikin til landsliðið kortini; Lars Olsen segði á tíðindafundinum mánadagin, at mett varð, at miðverjin fór at gerast til reiðar. Men seint í gjárkvøldið boðaði FSF á heimasíðu frá, at Odmar Færø verður ikki í A-landsliðshópinum til komandi dystirnar Hann hevur givið avboð vegna skaða, ið framhaldandi darvar hann. 

[object Object]
(Odmar Færø - her í dysti í Aserbadjan í november - Mynd: Sverri Egholm)
 
Ístaðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Andreasi Høgnason Eriksen úr B36.

Odmar Færø og Atli Gregernsen hava spælt í miðverjuni saman allar fýra undankappingardystirnar í ár, so nú skal nýggjur makkari finnast til liðformannin.

Føroyar taka ímóti Svøríki um eina viku, 5. september, og spæla í Spania 8. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder