Fótbóltur

Andrias Edmundsson kosin ársins spælari í Verona

Fekk heiðurin til seinasta heimadyst hjá Hellas Verona. Føroyski landsliðsprofilurin spældi helmingin av kappingarárinum í Serie A - spurningurin nú er, hvat hendir í summar.

Tað eru fjepparar felagsins, sum hava valt føroyingin til mest virðismikla spælara fyri júst farna kappingarár (Mynd: Hellas Verona)

Tað eru fjepparar felagsins, sum hava valt føroyingin til mest virðismikla spælara fyri júst farna kappingarár (Mynd: Hellas Verona)

2026-05-26 18:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15 dystir í Serie A. Í hesum var Andrias Edmundsson so mikið sannførandi, at fjeppararnir hjá felagnum valdu stinna føroyska verjuspælarain til ársins spælara felagsins.

Hellas Verona keypti toftamannin úr Wisla Plock fyrst í februar, og hóast felagið kortini fór sendandi niður úr Serie A, so var hetta keypið gott fyri felagið.

Andrias hevur spælt samfullar minuttir síðani, og hevur 25-ára gamli toftamaðurin verið eitt ljóspunkt í einum keðiligum kappingarári hjá Verona.

Fyri hetta fekk føroyski profilurin heiðurin "Ársins spælari - kosin av fjepparunum"í sambandi við seinasta heimadystin hetta kappingarárið. Hann tapti Verona 2-0 fyri Roma.

[object Object]
Andrias Edmundsson við persónligum heiðri (Mynd: Hellas Verona)

Liðið fer nú niður í Serie B, men spurningurin er um Andrias Edmundsson fer niður í næstbestu italsku deildina. Avrikini hava verið sterk, og føroyski miðverjin hevur víst, at hann kann spæla á ógvuliga høgum stigi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder