Í gjárkvøldið varð ein nýggjur 19-ára gamal leikari til venjing til KÍ. Talan er um U21-landsliðsleikarin, Andrias Edmundsson, sum hevur sáttmála við Sunderland.
Tað skrivar Norðlýsið.
Toftamaðurin hevur í næstan trý ár verið knýttur at felagnum í Norðuronglandi- fyrst sum ungdómsleikari og nú sum vaksnamannaleikari. Andrias spælir við U23-liðnum, sum er eykaliðið, men Norðlýsið skrivar, at orsakað av at fótbólturin í Onglandi liggur stillur, er Andrias í Føroyum.
At hann heldur sær í gongd hjá føroyameistaranum merkir ikki, at Andrias Edmundsson verður knýttur at felagnum, tá flytingarvindeygað letur upp mitt í juni. Norðlýsið veit frá felagnum, at hetta er bert fyri, at leikarin kann halda seg í venjing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald