Fótbóltur

Andrias og Noah fyri fyrstu ferð - seks broytingar á liðnum

Toftamaðurin byrjar inni í miðverjuni, og fuglfirðingurin í Víkingi er annar av teimum, sum byrjar á sentrala miðvøllinum í Kosovo. Mattias Lamhauge verjir føroyska málið, og Pætur Petersen er á fyrsta sinni við frá byrjan á A-landsliðnum..

Andrias Edmundsson, fremst á myndini, sleppur nú at royna seg á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson, fremst á myndini, sleppur nú at royna seg á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-19 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tíðindafundinum í gjár segði Håkan Ericson, at tríggjar til fýra broytingar fóru at verða gjørdar í føroysku byrjanaruppstillingini, í mun til hana í Kekkia mikukvøldið. Tá taptu Føroyar 5-0. 

Nú er greitt, at talan er um heilar seks broytingar, og at tað í fyrstu syftu er upp til hesar ellivu, at Føroyar avrika betur hesuferð: 

Føroyar (4-4-2): Mattias Heðinsson Lamhauge – Gilli Rólantsson Sørensen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Noah Mnenéy, René Shaki Joensen, Meinhard Egilsson Olsen – Pætur Joensson Petersen, Patrik Johannesen.

Teir ið verða avloystir eru Gunnar Nielsen, ið ikki er við í Kosovo, Hanus Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Heðin Hansson, Mads Boe Mikkelsen og Klæmint Andrasson Olsen.

Hetta er fyrstu ferð, at 21-ára gamli miðverjin Andrias Edmundsson og 19-ára gamli miðvallarin Noah Mneney spæla á føroyska A-landsliðnum. Pætur Petersen kom inn fyri fyrstu ferð í Kekkia - nú byrjar 24-ára skálvíkingurin fyri fyrstu ferð. Mattias Lamhauge hevur einaferð áður vart málið. Hetta var í venjingardystinum móti Liktenstein í mars.

[object Object]
Mattias Lamhauge úr B36 byrjar inni - Bárður á Reynatrøð, ið her er hálvgum sitandi, spælir møguliga í seinna hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Talan verður um A-landsdyst nummar 60 hjá 30-ára gamla Gilla Rólantssyni Samuelsen og nummar 25 hjá 24-ára gamla Meinhardi Egilssyni Olsen.

Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Hans Jørgensen, Mads Boe Mikkelsen, Sonni Ragnar Nattestad, Klæmint Olsen, Heðin Hansen, Hanus Sørensen, Samuel Chukwudi, Jann Benjaminsen, Andrass Johansen, Martin Agnarsson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Stefan Radosavljevic.

Fyrsta bríksl í Kosovo í kvøld er klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum eisini kann síggjast hjá Kringvarp Føroya. Portalurin hevur beinleiðis dagfrøing úr Pristina, og aftaná verður samanumtøka av ymsum slag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder