Andrias Edmundsson hevur veruliga fingið fótin fyri seg í Póllandi. Eftir eitt gott kappingarár í triðbestu deildini fekk høgi toftamaðurin í summar sáttmála við Wisla Plock, ið ikki er nakað lítið pólskt felag upp.
23-ára gamli landsliðsmiðverjin tók fetið upp í næstbestu deildina, og í kvøld byrjaði hann inni triðja dystin á rað hjá Plock, sum lyfti seg upp á 4. pláss.
Andras spældi fullan dyst sum ein av trimum miðverjum, og tað var føroyingurin sum legði heimaliðið á odda. Miðverjin var komin framvið í sambandi við frísparksinnlegg, og tá málverjin bjargaði roynd frá viðleikari hjá Andriasi, var hann til reiðar at prika "returbóltin" inn í málteignum. Síðani var stórur fagnaður á teimum flestu av teimum gott 7.000 áskoðarunum.
Andrias Edmundsson í viðtalu við almennu síðuna hjá Wisla Plock eftir at skiftið var komið uppá pláss (Mynd: Wisla Plock)
Hetta var eftir tjúgu minuttir. Ruch javnaði fyri steðgin, og útiliðið megnaði aftur at javna við brotssparki, stutt eftir at Plock í 70. minutti kom á odda 2-1. Lukkutíð fyri Andrias Edmundsson og hinar, var Piotr Krawczyk á rætta staðnum í yvirtíðini, og harvið endaði tað 3-2 til Wisla Plock, ið eisini hevði greiða leikliga yvirvág í kvøld.
Sjey umfør eru spæld í kappingini, og higartil hevur Andrias spælt í fimm av teimum sjey dystunum. Nummar 1 og 2 flyta beinleiðis upp í Ekstraklasa - nummar 3 og 6 skulu spæla um uppflyting til bestu pólsku deildina.
Wisla Plock hevur aftur heimadyst leygardagin - móti Tychy á 9. plássi. Síðani skal Andrias Edmundsson til Føroya í landsliðsørindum.
Sí eisini: 21-spælarar á listanum til fyrstu Nations League-dystirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald